Ungar neistakvinnur ætla framvegis at mynda oddin

Neistin hevur mist størsta partin av sínum royndu leikarum. Ungir og óroyndir leikarar skulu nú í staðin føra liðið allan vegin upp í oddin.

Ein av ungu leikarunum hjá Neistanum, sum veruliga hevur gjørt um seg, bæði í heimligu kappingina og á landsliðnum, er Ása Dam á Neystabø. Sjálvt um hon bert er 18 ára gomul, so telist hon í komandi kappingarári millum royndu leikararnar á neistaliðnum. Hon skal eisini vera ein av teimum, sum skal halda liðnum uppi í oddinum komandi kappingarár.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Neistin skal halda fast um góðu gongdina.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
Síðstu árini hevur Neistin verið millum tey sterkastu liðini í landinum. Liðið er framvegis sterkt, men stóra frágongdin fer at merkjast, heldur Ása.
 - Vit hava mist fleiri av okkara royndu leikarum, millum annað Katrin Dam á Neystabø, Biritu Wardum, Manuelu Stan og Káru á Dunga. Hetta ger, at ungu leikararnir mugu fáa eitt sindur av tíð at venja seg við bestu deildina.
Hon heldur tó fram og sigur, at sjálvt um tær spæla eitt nýtt lið til, so ætla tær sær ein av oddasessunum í bestu deildini.
 - Sjálvt um vit hava mist fleiri týðandi leikarar, so er málið altíð at vinna. Tað verður ringt við okkara ungu manning, men eg meti, at hópurin er so sterkur, at vit uttan iva kunnu gera okkum galdandi í oddinum.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Nýggjur venjari
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
Ása heldur, at Ingi Olsen gjørdi eitt sera gott arbeiði við kvinnunum farna kappingarár. Ingi er blivin hjálparvejnari hjá besta mansliði hjá VÍF, og hetta harmast Ása um. Hon gleðist tó um, at tær hava fingið ein nýggjan venjara, sum veruliga trýr uppá liðið, og hon heldur, at hann fer at fáa nógv burtur úr ungu leikarunum.
 - Vit hava fingið ein nýggjan venjara úr Týsklandi, Dieter Eigemann, og eg haldi, at hann hevur gjørt eitt gott arbeiði. Hann trýr upp á okkum og vísir, at hann vil hava allar við. Eg haldi tað vera týdningarmikið, at venjarin gevur ungum leikarum møguleikan, og hetta er júst, hvat Dieter ger.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Verður ringt at steðga Stjørnuni
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
At enda sigur Ása, at sjálvt um neistakvinnurnar fegnar vilja heilt upp í oddin í føroyskum hondbólti, so er hetta lættari sagt enn gjørt.
 - Vit fara at gera alt fyri at koppa Stjørnuni, men tað verður ringt. Tær hava eitt heilt ótrúliga gott lið, og eru stórir favorittar at vinna meistaraheitið. Um vit ikki klára Stjørnuna, so skulu vit í øllum førum hava annað plássið. Har fer kappingin at standa millum okkum, VB og Kyndil, og um vit spæla upp til okkara besta og klára at steðga Daivu, so er ikki óhugsandi, at okkara ungu leikarar fara at røkka øðrum plássi.