Kristin í tónleiki
Elinborg Joensen
Jú, øll kenna vit tær, hesar ungu genturnar, sum longu hava roynt eitt sindur av hvørjum. Og nú, skjótt eitt ár er liðið, síðan tær seinast vóru á palli í Føroyum, koma tær aftur.
Hvør kennir ikki »Æblemand« og »Krabbesang« og mín sann um ikki eisini føroyska sangin »Tillukku í dag«? At tær syngja føroyskt, er at fegnast um. Hvør veit, um føroyska málið verður heimskent saman við Creamy!
Men hvussu blivu tær kendar?
Ein summardag í mai ?99, komu Rannvá og Rebekka inn til plátufelagið RecArt Music. Tær vóru ikki sørt smædnar. Kortini hildu tær uppá, at »plátustjórin« skuldi hoyra sangir teirra. Tær høvdu saman við framleiðarunum »Darwich & Garcia« spælt 5 sangir inn. Tað vóru sangir, sum vóru sera vælumtóktir hjá teirri stóru barnaáhoyrarafjøldini ? »Æblemand« var ein teirra. Stjórin í RecArt Music, sum ongantíð áður hevði havt vitjan av so ungum gentum, sá beinanvegin møguleikarnar hjá teimum. Tá smædni var um at renna av teimum, skrúvaðu tær sjarmuna frá. Og innan eitt samdøgur eftir vitjanina, høvdu tær fingið plátusáttmála.
Her byrjaði eitt spennandi ævintýr, har hæddarpunktini mundu vera, at Creamy var ársins mest selda fløga, bert uppá 4 mánaðar, og fekk Grammy virðislønina fyri ársins bestu barnaútgávu. Creamy vóru tær yngstu, sum nakrantíð hava fingið Grammy virðislønina. 31. august sama ár var fyrsta fløgan hjá teimum á marknaðinum. Hon seldi heili 200.000 eintøk. Og eisini fingu tær høvi at framføra fyri ikki færri enn 700.000 fólkum live. Hetta var bæði til »Grøn konsert« og »Åh Abe«.
Eg haldi meg hava hoyrt í eini samrøðu við foreldrini hjá Rannvá, at hon ikki vildi fara uttanlands at syngja, uttan hon visti, at tað var eitt kall frá Guði. Men ber tað t.d. til at syngja á Grøn Konsert í Danmørk og vera kristin? Og um tað er eitt kall frá Guði, áttu tær so ikki eisini at sungið kristnar sangir, sum boðaðu evangeliið út til áhoyrararnar? Jú, tað gera tær eisini. Eitt sindur í hvussu er.
Umframt, at fløgan hjá Creamy var tann mest selda í 1999, fingu tær 4 ferðir platin fyri teirra framúr frambrot. Og á almenna hitlistanum í Danmørk, eru tær á einum væl uppibornum 2. plássi. Einans Beatles við teirra 1?ara er frammanfyri tær. Á seinastu fløguútgávuni »We Got The Time« eru 10 nýggir sangir og tveir cover. Tað eru Little Kitty (The Walkers) og Never Ending Story. Haraftrat er kristiligi sangurin »It can happen to you«. ? Vit eru kristnar, og tað vilja vit ikki skammast við, siga tær báðar. Undan hvørjari konsert biðja tey øll saman, eisini sjálvt um hini í bólkinum ikki eru kristin. Stílurin á nýggju fløguni er klárt Happy Dance. Sangirnir eru framleiddir av ymiskum framleiðarum, m.a. Hartmann og Langhoff, ið er kendur frá Aqua ? Hirtsville, kendur frá A-Teens og Dean, sum er kendur frá Me & My. Sangirnir fanga oyra, og eru sera eyðkendir.
Men altso ? ársins konsert við størsta navni á okkara leiðum: Creamy í Ítróttarhøllini í Runavík, í dag kl. 1700.