Tjóðartingið í Ungarn er ikki til reiðar at góðkenna umsóknina hjá Svøríki um limaskap í verjusamgonguni, Nato.
Sagt verður, at svenska umsóknin er ikki á skránni hjá tjóðartinginum í Ungarn tær næstu vikurnar.
Svenska tíðindastovan TT hevur andstøðupolitikkaran, Agnes Vadai, sum keldu, og hon váttar, at hetta er støðan beint í løtuni.
Ungarnski forsætisráðharrin, Viktor Orban, hevur áður sagt, at góðkenningin av svensku umsóknini bert er eitt tekniskt mál .
- Tí málið hevur verið til umrøðu og er viðgjørt í tjóðartinginum, hevur forsætisráðharrin áður sagt.
Men, seinastu dagarnar hevur pípan eftir øllum at døma fingið eitt annað ljóð, og atkvøðugreiðslan í tjóðartinginum er fleiri ferðir vorðin útsett.
Sum skilst hava tjóðartingslimir í Ungarn kravt eina frágreiðing um atfinningarnar hjá Svøríki móti demokratisku menningini í Ungarn.
Ungarn og Turkaland eru einastu lond í verjusamgonguni, sum ikki hava góðkent Svøríki sum nýtt Nato-limaland.
Svøríki og Finnland søktu samstundis um Nato-limaskap, og fyrr í ár gjørdist Finnland Nato-limaland nummar 31.