Ungdómar runnu í Svøríki

Seinasta vikuskifti vóru seks føroyskir ungdómar við í stórari altjóða ungdómskapping í frælsum ítrótti í Helsingborg í Svøríki. Besta úrslitið fekk Robin Jønsson av Nesi

Tað er felagið Frælsur Ítróttur Føroya, sum skipaði fyri ferðini og hevur valt rennararnar út. Landsliðið er úttikið við støði í teimum rennikappingum, sum hava verið á stevnunum kring landið. Nakrir av teimum ungdómunum, sum hava fingið góðar tíðir á hesum teinunum, eru síðani tiknir út til landsliðið.
Luttakararnir í hesi kappingini vóru á ógvuliga høgum støði, og tí var ikki væntandi frammanundan, at nakar føroyskur rennari fór at fáa heiðursmerki. Átta tey fremstu fingu heiðursmerki.

Robin gjørdi bart
Men 13 ára gamli Robin Jønsson av Nesi tók øll á bóli. Í kappingini á 600 metrum bleiv hann nr. 2 í øðrum heati, og tá einans tríggir úr tí skjóta heatinum vóru betri enn hann, endaði hann samanlagt á fimta plássi.
Dagin eftir endurtók hann bragdið, tá hann á 80 metrum vann sítt innleiðandi heat og endaði í A-finaluni við sættu bestu tíð. Hetta pláss vardi hann og gjørdist samanlagt nr. seks eftir tær báðar finalurnar.
Allir føroyingarnir vórðu støðismettir í lægra endanum, men teir megnaðu
allir at liva upp til meira enn sína støðismeting, og í flestu førum vóru teir nr. tvey og trý í teirra heatum.
14 ára gamli Álvur F. Christiansen úr Norðdepli fekk eisini eitt gott úrslit á 800 metrum. Eftir at hava ligið heilt aftarlaga í kappingini fór hann brádliga at økja ferðina og av einum sjeynda plássi rann hann seg fram á triðja pláss við 150 metrum eftir. Og hóast 30 metrar fram til teir fremstu, steðgaði Álvur ikki her. Við somu øði legði hann eftir teimum, og endin var at hann vann heatið á sjálvari mállinjuni.

Fleiri ungdómsmet
Hinir luttakararnir úr Føroyum kláraðu seg væl, og í øllum teimum trettan kappingunum, tey luttóku í, blivu nýggj ungdómsmet sett.
Nú tá rennararnir vóru farnir ta longu leið til Svøríkis gjørdu tey av eisini at kappast á teimum stytstu teinunum. Tað var tó øllum greitt, at her høvdu føroysku rennararnir lítlan møguleika. Næstan øll endaðu í tyngra endanum. Tó megnaði Robin Jønsson at fáa eitt sætta pláss.
Hendan uttanlandsferðin var eisini ein liður í at menna frælsa ítróttin í Føroyum, og ætlanin er at fara undir eitt meira miðvíst landsliðsarbeiði framyvir.
Øresundsspelen, sum kappingin verður nevnd, er ein hin størsta av sínum slag í Norðurlondum. Meira enn 1400 ung og vaksin úr 160 ymiskum feløgum og níggju londum vóru umboðað. Luttakararnir vóru úr Svøríki, Føroyar, Noreg, Danmark, Ísland, Estland, Týskland, USA og Holland.


Í KASSA:
Úrslitini:
Jóan Karl Joensen, Kollafjørður (1987)
100 m13,17 seknr. 26 av 29Dreingir 17 ár
800 m2.15,02 minnr. 14 av 19Dreingir 17 ár
1500 m4.40.27 minnr. 10 av 14Dreingir 19 ár

Álvur F. Christiansen, Norðdepli (1989)
300 m 46,11 seknr. 20 av 29Dreingir 14 ár
800 m2.24,62 minnr. 20 av 30Dreingir 15 ár

Robin Jønsson, Nes Toftir (1990)
80 m innl.10,68 seknr. 6 av 27Dreingir 13 ár
80 m finala10,67 seknr. 6 av 14Dreingir 13 ár
600 m1.43,04 minnr. 5 av 23Dreingir 13 ár

Jan Elmar Sørensen, Klaksvík (1991)
80 m 13,32 seknr. 26 av 27Dreingir 12 ár
600 m1.58,74 minnr. 15 av 24Dreingir 12 ár

Marin í Dali, Trongisvágur (1989)
300 m 48,53 seknr. 27 av 29Gentur 14 ár
800 m2. 38,31 minnr. 18 av 35Gentur 15 ár

Bjørk Herup Olsen, Tórshavn (1991)
80 m12,99 seknr. 36 av 36Gentur 12 ár
600 m2.00,01 minnr. 11 av 23Gentur 12 ár