Tað er skaðiligt fyri ungdóm at sita fongslaður. Tað heldur norska stjórnin, sum er komin við uppskoti um, at ungdómar, sum verða sektaðir fyri lógarbrot, ikki skulu inn at sita. Tað vísir seg, at ung, sum hava sitið í fongsli, halda fram við kriminalitetinum, tá tey koma útaftur.
Tað skriva nakrir norskir kronikk-rithøvundar og millum hesar norski løgmálaráðharrin, Knut Storbjerget.
- Sjálvandi skulu vit reagera upp á álvarsaman kriminalitet - eisini, tá lógbrótarar eru undir 18 ár. Men neyðugt er, at sektin er tilpassað lívsstøðuni hjá tí unga. Tað er rætt og slætt soleiðis, at góð viðferð virkar fyribyrgjandi, meðan ring viðferð virkar styrkjandi upp á kriminalitetin. Tí hava vit gjørt av at hugsa alternativt í einum lógaruppskoti, sum stjórnin leggur fram í dag, skriva teir.
Norsku tølini yvir ungdómskriminalitet eru minkandi. Kortini eru hendingar, sum eru so álvarsligar, at ungdómar eru til vanda fyri seg sjálvar og umhvørvi, har tey liva og virka.
Lagt verður aftrat, at tað er ofta ungdómur, sum er í trupulleikum, ið fremur grovan kriminalitet.
- Málið hjá stjórnini er, at ungdómar ikki skulu inn at sita. Bæði tí, at hetta er skaðiligt fyri tey - og tí, at nógv av teimum, sum hava verið inni og sitið, fremja nýggj lógarbrot, tá tey koma útaftur. Tað virkar soleiðis ikki endurbyggjandi fyri ungdóm at sita innistongdur. Tá hesi sita inni saman við vaksnum, sum eisini eru kriminell, verður fongslið sum ein "lógbrótaraskúli", skriva teir í kronikkinum.
Lagt verður aftrat, at alternativa ungdómssektin eigur at bera í sær, at ungdómar, sum hava framt kriminalitet, skulu noyðast at møta upp til fundir, eitt nú við offur, foreldur, grannar, løgreglu og hjálparfólk. Tey mugu ganga í seg sjálvi og biðja um umbering fyri tað, tey hava gjørt.