Tá Frændur fara á pallin á Kambsdali leygarkvøldið, verður einki aldursmark til konsertina. Eftir at hava hildið sítt fyrsta 25-ára føðingardagsgildi í Havn, har bert vaksin høvdu atgongd, er aldursmarkið nevnliga strikað hesaferð. Og leskidrykkir og annað gott vera til veitslugestirnar.
Tónleikurin verður tó tann sami. Frændur við sínum allarbesta og -nýggjasta, og sjálvandi verður Hanus G. Johansen eisini á palli. Eisini verður skipað fyri busskoyring til og frá konsertini.