Ungdómstiltak í Miðlon

Í dag kl. 17 verður stórt ungdómstiltak í deildini hjá Norðoya Sparikassa í Miðlon í Havn. Stórt ungdómstiltak verður í deildini hjá Norðoya Sparikassa í Miðlon í dag, har Høgni við band og dansibólkurin HÓPS framføra live!

 

Í vár kappaðust nógv ung um at gera flottasta profilin til vælumtókta Gullálmanakkan 2009-2010. Vinnararnir eru nú funnir og verða avdúkaðir á tiltakinum í dag. Besta uppskotið kemur á forsíðuna á álmanakkanum og fær høvuðsvinningin á 5.000 krónur, og 11 hepnir vinnarar fáa 2.000 krónur og sín profil í álmanakkan. 10 onnur vinna eitt vikuskiftispass til Summarfestivalin 2009.