Jógvan á Høvdanum (yngri)
Klaksvíkingar hava havt nógv góð orkestur ? millum annað Frændur, Dirty Rags Rags, Hjarnar, Dynamit og so víðari. Men hesi orkestur gera lítið við tað longur. So er tað spurningurin mann kann seta Klaksvíkar Býráði: ?Hvar eru so hini orkestrini??
Ja, tað er ein góður spurningur, men hann kann svarast.
Grundin til at eingin orkestur eru eftir í Klaksvík er sera einføld. Tey orkestur,, sum eru kend, nevniliga I Am og Aria spæla heldur onkra aðra staðni enn í Klaksvík, tí í Klaksvík er eingin undirtøka, men bara krøv. Tey orkestur, sum eru minni kend, men góð, sleppa ikki at spæla til dans. Men tann størsta grundin til, at einki orkestur eru eftir í Klaksvík longur er, at eingi høli eru at venja í. (Faktist so ER eitt hølið at venja í, men har kanst tú ikki venja mánakvøld og mikukvøld, tí tá skula teir gomlu spæla Brigde!)
Undirritað veit um nógv góð orkestur sum eru til í Klaksvík, sosum: Iris, Human Kaos, PS osv. Men hesu orkestur detta nokk eisini burtur í Klaksvík aftaná Prix Føroyar.
Tey ungu í 80?unum høvdu bæði biograf, ungdómshús, dans í trimum ella fýra støðum, sum tey kundi fara til. Men nú vísur tað seg, at tað sokallaða ?villa? lívið er flutt til Havnar, har ið ungdómurin kann upplivað tey somu tingini, sum tey nú 30 ára gomlu gjørdu í Klaksvík í 80?unum.
Trist er siga, at Klaksvíkar Býráð leggur nakað í hetta. Helst hugsa tey, sum lesa hesa greinina: ?Hví ger ungdómurin einki við hetta sjálvur?? Kanska kann tað hugsast, at ungdómurin, sum júst er farin út úr skúlanum, ongar pengar eigur. Ella kanska kann tað tonkjast, at ungdómurin heilt einfalt ongar vónir hevur um eina nýggja og coola Klaksvík.
Fert tú ein túr til Kambsdal onkra weekend, kanst tú rokna við, at ein stór konsert verður hildin har. Kort síðani spældi DJ Alligator og All That Rain til dans og har máttu vera eini 800 fólk til dans. Sjálvt um billettin kostaði 260 krónur rýmdi ein hópur av ungdóminum í Klaksvík til Kamsdal at hugna sær. ?
Eitt leygarkvøld í Klaksvík hevur sum vanligt einki serligt uppá seg, so hví ikki hava tað stuttligt í Kambsdali, um ein hevur hug. So er tað spurningurin, sum skal setast: Hví skal høllin á Kambsdali, har nøkur hundrað fólk búgva, klara seg betur enn høllin í Klaksvík, her næstan 5.000 fólk búgva.(Undirritað veit fullvæl av, at fast samband er ímillum Havnina og Kambsdal, men ber tað ikki til at gera eina avtalu við Smyril Line ella Dúgvuna og nakrar bussar, so at tey fólk í Havnini sum hava hug at fara til Klaksvíkar at hugna sær sleppa heim aftur?!?)
Loysnin?!? Ja, hvat skal ein gera? Hevði tað ikki verið eitt hugskot at bygt eitt størri dansihøli, har pláss hevði verið hjá orkestrum at spælt í? Kundi tað hugast, at tit í Býráðinum tóku tykkum saman og bygdu eitt nýtt ungdómshús?
Hava tit ráð til eitt nýtt skýlið, sum kemur at kosta fleiri milliónir, so kundu tit væl eisini brúkt eitt gamalt høli, sum tit eiga so nógv av sum er.
Roknast kann við, at eini fimm ella seks orkestur eru í Klaksvík, sum ongan møguleika hava at spæla nakrastaði. Kundi mann ikki spurt hesi orkestur, um tey ikki kundi spælt ókeypis í KÍ høllini, har peningurin sum leyp av, fór til ein grunn, sum bara hevði tað endamál at stuðla ungdóminum í Klaksvík?
Undirritað vil hesum enda: Tit góvu nógv góð lyftir til tey ungu undan kommunuvalinum, men fer nakar av tykkum halda tey lyftir?!