Ungdómurin krevur frið

Í 10 ár hava føroyingar latið Altjóða Friðardagin fara stillisliga framvið uttan stórvegis ans. Men í ár hevur føroyski ungdómurin tikið friðarmálið í egnar hendur.. Vit viðurkenna á hvørjum ári mammu dag, pápa dag, og einari ørgrynnu av øðrum merkisdøgum, og nýggjasta skotið á stammuni man verða popputi kærleiksdagurin úr Amerika Valentines Day.

 

Men friðardagurin er í 10 ár farin ómerktur framvið føroyska samfelagnum, hóast ST hevur skírt hendan dagin at verða ?United Nation?s Officel Day of Peace?.

 

Men nú tekur føroyski ungdómurin málið í egnar hendur, tá ið MESS leygarkvøldið skipar fyri stuðulkonsert við heitinum Peace One Day.

 

-Skal málið um frið og vápnahvíld náast, mugu vit eisini leggja okkum eftir hesum. Hóast Føroyar er eitt friðsælt land, er tað kortini stríð at finna í heiminum, á arbeiðsplássinum og í skúlunum. Vit vilja við hesum vísa, at eisini føroyingar mugu vísa semjusøkjandi atburð ein dag um árið, sigur Levi Hansen, stigtakari fyri MESS.

 

Upprunin til Peace One Day er amerikumaðurin Jeremy Gilley, og tá ið Levi Hansen sá eina dokumentarsending um friðarmannin, var hann ikki sørt ovfarin.

 

-Eg haldi tað verða løgið, at føroyingar fyri einari viku síðani, aldrin høvdu hoyrt um Peace One Day. Tað er viðurkent í størsta partinum av heiminum, men føroyingar hava aldrin víst hesum ans, sigur Levi Hansen.

 

Tíðin er komin, til at vísa ábyrgd, og luttaka í hesum heimsátaki.

 

-Tað er ikki ætlanin, at vit á hvørjum ári skulu varpa ljós á dagin. Men vit byrja føroysku útgávuna av Peace One Day við einari stuðulskonsert, ið vónandi elvir til føroyska viðurkenning á hvørjum ári.

 

Málið hjá ST er, at tá vit skriva 2012, skulu tríggjar milliardir av heimsins íbúgvum kenna til og hátíðarhalda Peace One Day.

 

Peace One Day byrjar leygarkvøldið í Sjónleikarhúsinum kl. 19.30 við einum upplýsandi filmi. Síðani verður tónleikur á skránni, tá ið Lena, Budam, Marius, Faroe5, LadyFire, Nin10do, JamesJames og Frau trína á pall í Sjónleikarhúsinum kl. 21.00 og fram til kl. 04.00.

 

Lagt er sostatt upp til eitt upplýsandi, tónlistarligt og feitt kvøld í Sjónleikarhúsinum.