Føroya Handverksmeistarafelag, Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna hava sent eina felags áheitan til landsstýriskvinnuna í mentamálum, Rigmor Dam, um at seta á stovn fakið handverk í framhaldsdeildini. Tað skrivar Vinnuhúsið á heimasíðu síni.
Í áheitanini skriva feløgini, at ov fá ung velja eina yrkisútbúgving eftir fólkaskúlan og heita tí á hana, um at fáa gjørt nakað við støðuna.
Sjálv meta feløgini, at ein av orsøkunum til støðuna er, at fakið ikki er nógv væl raðfest í fólkaskúlanum, tí eftir miðdeild eru eingin handalig tilboð til tey ungu.
- Síðani ganga næmingarnir í framhaldsdeild í trý ár uttan at nýta hendurnar sum part av innlæringini, og tí er tað nátturligt at hugsa, at ungdómurin ikki kennir seg tryggan við handaliga frálæru, skriva feløgini í áheitanini.
Feløgini vísa eisini á, tað er neyðugt at tey ungu í dagsins samfelag læra nøkur grundleggjandi førleikar, ið eru góðir at hava í lívinum.
- Umframt týdningin av, at fleiri fara í læru, er eisini sera týdningarmikið, at tey, sum ikki fara í læru, hava nakrar grundleggjandi førleikar í hondunum. Neyðugt er, at ungdómurin gerst kreativur og sjálvshjálpin; eisini tá tað snýr seg um at skifta hjól á bilinum, heingja ein lampu upp ella seta eina hyll upp í vatur, skriva feløgini.
Tí heita feløgini at enda á landsstýriskvinnuna, um at fáa handverk á tímatalvuna í framhaldsdeildini og vísa á, at umstøðurnar eru til staðar.
- Handverk er sostatt ein sera týdningarmikil partur av menningini hjá tí einstaka og fyri samfelagið, og tí eigur handverk eisini at vera kravt fak í framhaldsdeildini. Haraftuat eru fortreytirnar fyri at at seta fakið handverk á stovn í framhaldsdeildini eru longu til staðar, bæði viðvíkjandi undirvísingarførleikum og útgerð.