Tí verður stórur dentur lagdur á at víðka ráðstevnuvirksemi ráðsins. Útnorðurráðið hevur gjørt av at fáa í lag eina stóra ráðstevnu hvørt ár um eitt evni, sum hevur áhuga í løtuni. Í 1998 hevur ráðið valt støðuna hjá ungdóminum í útnorði sum brennidepil.
Ungdómsráðstevnan hjá Útnorðurráðnum verður í Reykjavík í døgunum 10.-12. juli. Endamálið við ráðstevnuni er at fáa í lag eitt forum fyri ung í útnorði, har tey kunnu hittast og hava orðaskifti um felags trupulleikar, fáa vitan um umstøðurnar hjá hvør øðrum, og ikki minst knýta bond, sum heilt vist fara at hava við sær eitt styrkt útnorður samstarv.
Á dagsskránni fyri ráðstevnuna eru m.a. hesi evni: Málsliga støðan (her uppi í støðan hjá danska málinum í útnorði), samskifti og felags bond, mentan, umhvørvi og náttúru ríkidømi. Harafturat verður í tilknýti til ráðstevnuna m.a. ein rockkonsert við tónleikarum úr útnorður økinum, ymisk mentanartiltøk og eitt útnorður mentanarkvøld.
Roknað verður við, at umleið 150 ung fólk í aldrinum 18 til 23 ár frá teimum trimum útnorður londunum, Føroyum, Grønlandi og Íslandi, fara at hittast at tosa um støðu sína.
Nærri fæst at vita frá Páll Brynjarssyni, skrivara í ráðnum, tlf. 354 5630 788, fax 354 5630 780 og Kára Olsen, skrivara í Føroya Ungdómsráð, tlf. 31 81 08, fax 31 07 75.