Ungfólk skulu sleppa at hvíla seg minst 12 – 14 tímar um dagin

Ungfólk, sum arbeiða, skulu hava møguleikan at hvíla seg minst 12 – 14 tímar um dagin, og tann hvíldin skal vera í einum. Tað sigur Arbeiðseftirlitið í eini nýggjari vegleiðing um, hvussu leingi tað er ráðiligt, at fólk arbeiða, uttan at fáa hvíld.

 

Arbeiðseftirlitið sigur, at arbeiðstíðin hjá ungum, sum arbeiða, skal arbeiðstíðin skipast soleiðis, at hon hóskar til aldur, førleika og menning hjá tí unga, og tað er fyri, at arbeiðið kann útinnast trygdarliga og heilsuliga fult forsvarligt.

 

Vegleiðingin frá Arbeiðseftirlitinum er ikki bindandi – men hon er ein tulking av lógum og reglum, sum eru bindandi

 

– Ung undir 17 ár mugu ikki arbeiða meir enn 10 tímar um dagin, og tey skulu helst ikki arbeiða ímillum á midnátt og klokkan seks um morgunin, sigur Arbeiðseftirlitið. Men arbeiða tey um næturnar, skal tað bara vera í styttri tíðarskeið.

 

Men so verður lagt afturat, at fer arbeiðstíðin upp um fýra og ein hálvan tíma um dagin, skulu undir undir 17 ár hava ein steðg uppá í minsta lagi 30 minuttir. Tann steðgurin helst vera samanhangandi, men hann kann leggjast soleiðis at hann passar til arbeiðið annars.

 

Tað er eisini ein treyt, at ung undir 17 ár, skulu hava eina samanhangandi hvíldartíð uppá í minsta lagi 12 tímar um samdøgurið. Hinvegin skulu ung undir 15 ár hava eina samanhangandi frítíð uppá í minsta lagi 14 tímar um samdøgurið.

 

Men fyri hvørji sjey samdøgur, skulu ung undir 17 ár hava frí í tvey samanhangandi samdøgur, verður lagt afturat.

 

Arbeiðseftirlitið sigur kortini, at er talan um lærlingar við góðkendum lærusáttmála, kann arbeiðstíðin, í einstøkum førum, tá ið umstøðurnar krevja tað, vera í mesta lagi 12 tímar um dagin. Og lærlingar við góðkendum lærusáttmála kunnu arbeiða um náttina, um so er, at  náttararbeiðið er ein partur av læruni, verður lagt afturat.