Hon kann snakka.
Tað var tann stóra søgan um nýggju skiljimaskinuna, sum FJM og Marine Tech í felag hava gjørt.
Men í grundini er tað einki.
Tað er lætt at fáa eina maskinu at tosa.
Tað er nógv verri at fáa hana at skilja ímillum fiskasløg.
Tað hava fleiri arbeitt við í nógv ár, uttan at tað hevur eydnast.
Ikki fyrr enn nú.
Tveir ungir mans hava seinastu tríggjar mánaðirnar arbeitt við eini tøkni, sum fær eina maskinu at skilja ímillum fiskasløgini.
Á Fish Fair-stevnuni í Runavík verður hendan maskinan sýnd fram, og áhugin fyri henni er sera stórur ? bæði ímillum føroyingar og útlendingar.
Í ørviti av áhuga
Høgni Fagraberg, sum tekur seinasta partin av lesnaðinum í verkfrøði, og Thomas Hansen, sum er datamatikari, hava úr at gera, nú fólk í hópatali vilja hava teir greiða frá, hvussu nýggja skiljimaskin virkar.
? Í gjár var eg í ørviti, sum eg skuldi greiða øllum frá maskinuni, sigur Thomas Hansen.
Teir báðir ungu menninir funnu í fjør saman og hava nú felagið Marine Tech, sum hevur gjørt ymiskar skipanir til fiskivinnuna. Til dømis hava teir loyst onkra uppgáva á Høvdavirkinum í Leirvík.
Men nú eru øll á gosi um nýggju tøknina hjá teimum.
? Í grundini var tað rættiliga tilvildarligt, at vit komu í samband við FJM. Men hetta ljóðaði sum ein spennandi uppgáva, og vit tóku av, sigur Páll Fagraberg, sum leitaði sær heim úr Danmark fyri fara undir nýggju uppgávuna. Síðani hevur hann valla havt tíð til nakað annað enn arbeiðið við maskinuni, sum teir hava givið navnið IQ3550.
Maskina er sum eitt barn
Tað nýggja við maskinuni hjá FJM og Marine Tech er, at hon kann skilja ímillum fiskasløgini. Hetta kunnu skiljimaskinur, sum verða brúktar í dag, ikki gera, og tí er talan um eina lítla kollvelting.
? Maskinan er sum eitt lítið barn. Hon skal lærast upp. Í fyrstuni kennir hon einki fiskaslag, men tess meira fiskur verður koyrdur ígjøgnum hana, betri verður hon til at skilja ímillum sløgini, greiðir Thomas Hansen frá.
Tí er nógv arbeiðið við fyrstu maskinuni fyri at fáa hana at kenna sløgini, men tá ið tað arbeiðið er gjørt, kann tað flytast í allar aðrar maskinur, sum verða gjørdar.
? Vit høvdu 400 fiskar ígjøgnum í gjár, og hon gjørdi átta mistøk, so hon hevur lært nógv seinastu tíðina. Hetta er ein demo-útgáva av maskinuni. Tað er framvegis nógv arbeiðið eftir at gera, men tað skulu vit í holt við aftaná hesa stevnuna.
Stórir møguleikar
Hjá fyritøkuni FJM síggja teir stórar møguleikar í maskinuni, tá ið hon einaferð verður klár at selja.
? Áhugin fyri maskinuni hevur verið sera stórur, men enn kunnu vit ikki fara at selja hana. Næstu tíðina skulu vit brúka til at menna maskinuna og gera hana betri, sigur Frithleif Olsen, stjóri á FJM.
Eingin torir at siga nakað um, nær lidna maskinan verður veruleiki.
Teir hava nógvar royndir í at samantvinna mekanisku førleikarnar hjá fyritøkuni við nýggjastu tøknina. Í dag kann so at siga eingin maskina gerast, uttan at onkur stýriskipan ella skráseting skal forritast til maskinuna.
? Í fyrstuni var ætlanin at gera eina maskinu, sum kundi skilja ímillum litir, men tað endaði við, at vit fóru undir hesa maskinuna, sigur Frithleif Olsen.
Nógv eftir enn
Páll Fagraberg og Thomas Hansen fóru í holt við maskinuna fyri trimum mánaðum síðani, og tí eru teir komnir sera langt upp á stutta tíð, tí onnur hava arbeitt nógv longri við hesum hugskoti uttan at koma nakran serligan veg.
? Tað hevur verið strævið, men eisini sera læruríkt og mennandi fyri okkum, sigur Thomas Hansen.
Barnið hjá teimum hevur nógv eftir at læra, men teir ætla at halda fram við uppalingini maskinuna komandi tíðina.
? Eg gleði meg til maskina verður vaksin og flytir heimanífrá, sigur Páll Fagraberg.