Ungir menn fongslaðir fyri smugling

Tveir ungir mans, annar 19 ára gamal og hin 21 ára gamal maður, eru í dag dømdir eitt ára fongsul fyri rúsevnasmugling – og vóru sendir beint eftir rættarfundin niðan í Mjørkadal at sita dómin

Teir vórðu handtikini í gjár, og longu í dag fingu teir dóm.

Teir vórðu tiknir á flogvøllinum við 120 grammum av MDMA í flótandi formi, skrivar Kringvarpið.

Úr flótandi MDMA ber til at gera ecstasy.

Menninir komu longu fyri rættin í dag og vóru dømdir eitt ára treytaleysa fongsulsrevsing.

Báðir hava játtað seg sekan, men hava kært avgerðina um, at teir skulu inn at sita alt fyri eitt, áðrenn landsrætturin hevur tikið støðu til kæruna.

Heri Andreasen, leiðari á kriminaldeildini hjá løgregluni segði við Kringvarpið, at tað var hundurin hjá tollvaldinum, sum avdúkaði rúsevnini, sum menninir høvdu uppi á sær.

Menninir vórðu framsettir í rættinum í dag og fingu ein strakstóm eitt ára treytaleysa fongsulsrevsing í part og sendir beint niðan í Mjørkadal at sita dómin.

Eingin annar er mistonktur í málinum.

Talan er um stóra nøgd, sigur Heri Andreasen. 

– Hetta er meira enn tað, sum kann metast at vera til persónligt brúk. Príðurin er umleið 1.500-2.000 grammið. Tað svarar til millum 180.000 krónur og 240.000 krónur.