Unglingar steina tekjur á Argjum

Seinastu tíðina hava fólk á Argjum verið plágað av, at unglingar steina tekjur

 

Íbúgvar í Hagagøtu á Argjum hava seinastu tíðina verið plágað av unglingum, sum steina tekjur

Ein av íbúgvunum, sum in.fo hevur tosað við, sigur, at tað eru unglingar sum hava til frægd at steina hústekjur í Hagagøtu á Argjum, har bæði tak og takrennur hava fingið skaða av hesum.

Málið er meldað til løgregluna, sum hevur verið á staðnum.

Sum skilst er trupulleikin ikki nýggjur, tí fólk á Argjum hava verið órógvað av hesum áður, har tað eisini hevur verið meldað til løgregluna.

– Heitt verður á foreldur at tosa við børnini um hetta, so hetta kann halda uppat, siga fólk, hava verið plágað av hesum beistagerðum.

 

 

Íbúgvar í Hagagøtu á Argjum hava seinastu tíðina verið plágað av unglingum, sum steina tekjur