Talv
Kappast var í fimm aldursbólkum, har umframt FM-heitið í sínum aldursbólki, somuleiðis var telvað um, at verða úttikin at umboða Føroyar í NM í talvi fyri skúlaungdóm, sum verður í Svøríki í februar mánaði komandi. FM vinnarin í aldursbólkinum og nummar tvey verða úttiknir.
Føroyar hava seinnu árini, av álvara gjørt um seg, nú m.a. Helgi Dam Ziska – sum annars ikki er í hesum høpinum longur – vann gull í U16 og gull í U20 á heimvølli 2009. Harafturat er vunnar silvur og bronsu krúnur í farnum kappingum. Menningin er sjónlig, at vit senda 10 unglingatelvarar í orrustu við norðurlendskar javnaldrar.
Spennandi bólkar
Í U20 bólkinum luttóku 5 telvarar, sum hvør á sín hátt – við nakað av viðvindi – kundu vunnið FM. Tá avtornaði dróg Rógvi Egilstoft Nielsen úr Sandavági FM-heitið til høldar. Margar Berg úr Tórshavn, vann, tá samanumkom, sannførandi, umdystin um 2. plássið ímóti Hjalta Toftum Jógvansson, og harvið seinna NM plássið í bólkinum.
Heiðrikur Tindskarð Jacobsen, úr Tórshavn, vann FM-heitið í U16 bólkinum, meðan Karl Marius Dahl, úr Kollafirði, gjørdist nr. 2. Báðir til NM í Svørki.
U14 bólkurin var ein sonn krút-tunna. 5 sera royndir unglingatelvarar settu stevnu, har ikki var at taka dagar í millum útlitini, hvør ovastur varð tá avtornaði. Klaksvíkingar tóku FM-heitið og bæði NM-plássini, tá seinasti leikur var fluttur. Brøðurnir Einar og Heðin Gregersen, úr Klaksvík telvdu umdyst um FM-heitið og loksins – hevur ein hug at siga – eydnaðist tað Einari, at vinna FM-heitið, sum yngri bróðurin hevur megnað áður. Rúni Tindskarð Jacobsen, úr Tórshavn, telvdi væl og rakk 3. plássinum.
Høgni Egilstoft Nielsen, lat ongan iva verða um, hvør bestur er í Føroyum fyri telvarar 12 ár og yngri. Vann øll talvini. Hevur umboðað Føroyar og vunnið FM, síðani 7-ára aldur. Hinvegin hevur Vestmanna 2 sera stinnar unglingar, sum ota seg alsamt nærri ovastu rókunum. Og orrustuna hesuferð vann Alfred Olsen, sum gjørdist nr. 2 og harvið NM-pláss, meðan Sjúrður Olsen gjørdist nr. 3. Áður hevur tað verið umvent ímillum javntsterku unglingarnar. Beint niðanfyri heiðursmerkini, sýnist serliga Sandavágur, men eisini Klaksvík, at hava sera evnaríkar telvarar, sum uttan iva gera ein vørr í komandi árum.
Elsta talvfelagið í landinum, Havnar Telvingarfelag, kann fegnast um, at borðreitt varð við einum sonnum stjørnuskoti og vinnara í U10-bólkinum. Eli W. Finnsson, sum bert hevur telvað í uml. 1 ár, var eirindaleysur og vann 7 talv á rað og gjørdist sannførandi FM-vinnari. Sermerkt avrik og ein sermerktur stílur. Eins einastandandi hugaligur og spennandi varð umdysturin um silvurið og 2. NM-plássið, ímillum Janus Skaale, úr Klaksvík, og Honnu Jacobsen, úr Kollafirði. Janus gjørdist drúgvari, eftir 4 umtalv, meðan Kollfirðingar kunnu fegnast um, at Hanna, uttan iva, hevur dygdir, sum røkka heilt langt.
Nú verður lagt til brots við fyrireikingunum. NM-venjingarlega, umframt at úttiknu telvararnir luttaka í kappingum í januar/februar mánað 2010, áðrenn fráferð til Svørki.