Tað liggur eitt serlig álit á tær, tá tú ert vald inn sum nummar tvey á listanum fyrstu ferð, tú stillar upp - serliga, tá fleiri floksprofilar fella.
Tað heldur Ingilín D. Strøm, sum fekk 543 atkvøður til løgtingsvalið.
- Tað liggur ein trunki av fólki beint undir markinum, sum ikki komu inn. Eyðgunn, Kristianna, Rigmor, Jónleif - tey tingfólkini, ið sótu áðrenn. Tað følist løgið, at tey ikki eru har meira, og at eg eri í tingbólki við øðrum fólki, sigur Ingilín D. Strøm, sum kortini leggur aftrat, at tað er kortini gott at nýggj fólk koma til, og mest av øllum er neyðugt við einari javnvág millum nýggj og roynd tingfólk.
- Men tað er ótrúligt at hava fingið hetta álitið frá so nógvum fólkum.
Ungmannafeløgini eru týdningarmikil
- Eg haldi í øllum førum, at vit síggja nú, at ungmannafeløgini hava nógv at siga. Tey hava fingið síni egnu mandatir. Og tað gevur eisini flokkinum eina eyka orku at hava ungmannafelag, sigur Ingilín D. Strøm, nú fýra valevni frá politiskum ungmannafeløgum hava fingið tingsess.
Ingilín D. Strøm leggur dent á, at umframt praktisku hjálpina, ið ungmannafeløgini veita, so er moralski stuðulin eisini týdningarmikil og styrkjandi.
Ungmannafeløgini hava fingið meira rúm frá móðurflokkunum, og hetta hevur eisini havt við sær, at ungmannafeløgini standa sterkari, heldur Ingilín D. Strøm og leggur aftrat, at ungmannafeløgini eru eisini styrkt í tí, at fleiri ung fólk eru í Føroyum nú enn áður.
Samstundis er fíggjarliga baklandið í ungmannafeløgunum eisini ein lítil stuðul, tá farast skal í valstríð. Pengarnir eru tó ikki alt, og neyðugt er eisini at draga upp á aðrar kreftir frá ungmannafeløgunum.
- Men valstríðið verður annarleiðis, tí at tú ert vanur við at gera nakað, uttan at hava pengar. Tað er ymiskt frá ungmannafelag til ungmannafelag, men í mínum ungmannafelag eru nógv kreativ fólk, sum tú kanst heita á. Tá fært tú ikki brúk fyri so nógvum pengum, tí tit kunnu gera nógv sjálvi, sigur Ingilín D. Strøm
Haraftrat vísir Ingilín D. Strøm á, at tað er ørkymlandi, at fólkið ikki veit, hvar pengar til valstríð hjá teimum ymsu valevnunum koma frá, og at tað er óskiljandi, at tað ikki er lóggivið fyri gjøgnumskygni í valstríði fyri langari tíð síðani.
Betri samstarv millum ung tingfólk
- Tað er lættari fyri fólk, sum akkurát eru komin inn í politikk, at samstarva, í mun til tey, sum hava verið í politikki leingi og kanska kenna hvønn annan upp á ein annan máta. Tað er heilt sikkurt eitt vald, sum politisku ungmannafeløgini nú hava fingið, sigur Ingilín D. Strøm.
Ungmannafeløgini, kanska serliga Unga tjóðveldi og Sosialistisk ung, hava havt nógv samstarv frammanundan, og hava fleiri ferðir skipað fyri tiltøkum saman. Hetta kann flyta seg inn í tingsalin, men tað er kortini altíð ein vandi fyri, samgongu- og flokspolitisk atlit hava við sær, at samstarvið kanska ikki gerst so gott, sum tað er uttan fyri tingið.
Demografiskar broytingar seta krøv
Demografiska broytingin í Føroyum hevur við sær, at tað er enn meira týdningarmikið at hava ung fólk á tingi, tí at tað er umráðandi at hava umboðandi fólkaræði, heldur Ingilín D. Strøm. Men hóast ungdómsumboðanin er batnað hesaferð, so er ein onnur umboðan, ið er versnað.
- Ein nógv størri trupulleiki er, at vit hava bara átta konufólk á tingi. Har eru eisini aðrir minnilutabólkar í Føroyum, sum ikki eru umboðaðir. Og eg haldi, at tað er ein trupulleiki, at teir ikki eru í politiska landslagnum í stóran mun. Eg haldi, at vit skulu styrkja fólkaræðið við at styrkja teir bólkarnir, sum umboða ung, sum umboða kvinnur og sum umboða nýføroyingar. Vit kunnu fáa eina breiðari umboðan, so tað ikki bara eru miðaldrandi menn, sum sita í løgtinginum.
Umhvørvispolitikk úr andstøðu
Størsta hjartamálið hjá Ingilín D. Strøm er umhvørvisviðurskifti, og eins og hjá Hervør Pálsdóttir er líkt til, at umhvørvispolitikkurin á hesum sinni skal førast úr andstøðu. Ingilín D. Strøm fegnast tó um, at allir flokkarnir komu inn á umhvørvismál undir valstríðnum.
- Um hesir flokkarnir fáa mannað eina samgongu, so hopi eg, at tað fer at halda við umhvørvsmálunum, og so fari eg ikki at seta meg ímóti tí politikkinum, sum verður førdur á tí økinum. Sjálvandi fari eg at royna at samstarva um tey umhvørvismálini, sum koma. Um tað ber til, so royni eg eisini at seta mín dám á tey.
Sjálvt um samgongan hevur mist sín meiriluta, so hevur hetta verið eitt gott umhvørvisval, vísir Ingilín D. Strøm á.
- Eg kann nevna Bjørt Samuelsen, Sirið Stenberg og Hervør Pálsdóttir, sum allar hava umhvørvið sum hjartamál. So eg vóni, at tað ber til at arbeiða víðari við tí - eisini tvørtur um andstøðu og samgongu.