Í Vestmanna eru so at siga bara tvær ítróttargreinir. Tær hava so aftur býtt árið sínámillum soleiðis at kappróðurin tekur sær av sumrinum, meðan hondbólturin hevur lagt sína tungu hond á teir longu vetrartímarnar.
Og hvør minnist ikki tær ferðirnar tá VÍF og Kyndil brustu saman í Havn, á Skála og so til seinast eisini í Vestmanna.
Ella, hvør hevur gloymt ta ferðina, tá vestmenningar leiktu Evropa Cup móti russiska liðnum CSKA Moskva, og í tí seinna dystinum mundu koppað russisku bjørnini.
Jú vestmenningar hava sanniliga gjørt vart við seg í hondbólti, og tað hevur verið sera áhugavert at fylgja teimum.
Í fjør eydnaðist tað teimum at koppa strandingum í steypafinaluni, hóast tær stóru vónirnar ikki vóru spáddar teimum.
Í eini vælspældari finalu - sæð við vestmennaeygum í hvussu er - gjørdu teir kál á strandingum, og høvdu úrslitini lagað seg eitt lítið sindur øðrvísi til seinast, so kundi væl verði, at teir eisini gjørdust meistarar.
Upp og niður
Í ár er kanska besti hondbóltsleikari í landinum komin aftur til Føroya at spæla við barndómsfelagnum eftir at hava verið í Danmark í eitt skeið, og tað sigur seg næstan sjálvt, at Ingi Olsen verður styrkur fyri vestmenningar.
Móti endanum av seinasta kappingarári var tað nærum longu greitt, at VÍF fór at gerast meistari í árinum sum byrjar nú um vikuskifti, tí við brøðrunum Olsen á liðnum ...
Soleiðis varð tað kortini ikki, tí sum kunnugt hevur Áki valt at spæla aðrastaðni í ár.
Kortini gleðir venjari vestmenninga seg til hetta kappingarári, tí tað eru útlit til at tað verður spennandi.
Daniel Rápa væntar sær ikki so lítið av teimum yngru leikarunum í felagnum, sum nú eru vorðnir eitt ár eldri enn teir vóru í fjør!
? Teir eru vorðnir meira búnir, og saman við tí veruleika, at Ingi er komin aftur, so eru vit styrktir í mun til í fjør, sigur venjarin.
Men var tað ikki ein smeitur, at tit mistu Áka?
? Sjálvandi er tað keðiligt at missa ein so góðan leikara sum Áka, tað sigur seg sjálvt, men hondbólturin í Vestmanna byrjaði ikki við at Áki ko á liðið, og tað endar heldur ikki við at Áki hevur valt at flyta, sigur Daniel Rápa avgjørdur
Gott fyri kappingina
Hóast tað er hansara egna lið, sum hevur mist, so er Rápa kortini ikki bangin fyri at viðganga, at kappingin er vorðin javnari nú ein av hansara sterkastu spælarum hevur funnið sær annað felag.
? StÍF er ikki verri fyri í ár enn teir vóru í fjør og Neistin er eisini nógv sterkari í ár við tað at teir hava fingið fleiri leikarar uttanífrá, sigur Rápa.
Tá hann verður biðin um at meta um hvørji lið fara at liggja í oddinum er hann eitt sindur varin, men sigur at enda, at hann kortini væntar, at tað verða somu lið í oddinum í ár, sum tað vóru í fjør.
Men følir venjarin eitt trýst frá felagnum um at teir skulu gerast meistarar í ár?
? Nei, ikki frá felagnum, men eg haldi, at fólk í Vestmanna halda, at nú mugu vit aftur standa fyri tørni, sigur Daniel Rápa, sum stúrsaði eitt sindur við venjingarmongdina tá hann kom til landið.
? Ja, eg eri vanur at venja átta níggju ferðir um vikuna, men her var bara vant tvær ferðir ø allarhægst tríggjar. Men tað er nakað, sum ein má góðtaka, og samstundis mugu føroyingar eisini góðtaka, at hondbólturin sum ítrótt ikki kemur serliga langt í altjóða høpi.
Tað er annars eitt sindur ivasamt nær Daniel sjálvur fer at spæla í ár, ella um hann fer. Tá VÍF var á venjingarlegu í Íslandi undan Evropa Cup kappingini fekk hann ein skaða, sum enn ikki er grøddur. Í vikuni skuldi hann til kanningar hjá serkønum lækna, og ikki fyrr enn tann kanningin var av kann hann svara fyri hvussu hansara kappingarár fer at vera.