Ungur drápsmaður

Ein seks ára gamal smádrongur í bosniska býnum Bijelijna skjeyt í gjár sín fimm ára gamla vinmann, sigur bosniska løgreglan. Sreingirnir høvdu eina maskinbyrsu, og tann eldri skjeyt hin. Hann varð raktur í bringuna og doyði á veg á sjúkrahúsið, siga myndugleikarnir. Hóast tólv ár eru liðin, síðani kríggið endaði, hevur Bosnia-Hersegovina framvegis trupulleikar av vápnum, sum vanlig fólk hava um hendi.