Ungur Kennedy talar Trump ímóti

Hjá summum vekir hetta vón um nýtt forsetavalevni og aftur ein Kennedy í Hvítu Húsunum.

USA: Demokratarnir hava fingið nýggja vón frá einum persóni við sera kendum eftirnavni.

 

 

Maðurin kemur úr Kennedy familjuni. Joe Kennedy III fekk lógvabrestir, og skapt vón um nýtt valevni til Hvítu Húsini, tá hann helt røðuna, sum var svarið hjá demokratunum til State of the Union røðuna hjá Trump forseta.

 

 

Ungi Kennedy helt seg ikki aftur, tá umráddi at havast at Trump forseta og førda politikkinum.

 

 

- Bygg ein múr, og mítt ættarlið brýtur hann niður aftur, segði Joe Kennedy millum annað í røðu síni.

 

 

Hetta hevur fingið amerikumenn og miðlar at gita, hvørt talan er um eitt møguligt forsetavalevni til valið í 2020.

 

 

Áðrenn Joe Kennedy kom upp á tal var Oprah Winfrey søgd at vera møguligt forsetavalevni, men hesum hevur hon víst aftur.

 

 

37 ára gamli Joe Kennedy átti kendan abba, nevniliga Robert, ið var beiggi John F. Kennedy, ið var foresti og varð skotin í 1963. Robert varð, eins og beiggin, skotin. Hetta hendi í 1968.