Klokkan 13.15 í dag fekk løgreglan fráboðan um, at ein bilur var farin á sjógv beint uttan fyri lítla pierin, sum er uttarlaga í Saltnesi.
Løgreglan sigur, at bilurin, sum var á veg úteftir, var komin út um Rókina, sum tað verður rópt, tá hann fór upp um bilverjuna og endaði á sjónum við hjólunum uppeftir.
Onkur sá bilin fara út av og á sjógv, og skjótt var fólk á staðnum og fekk mannin út úr bilinum.
- Tað var so heppið, at tann parturin á bilinum, har maðurin sat, var nakað undan vatnskorpuni, og tað eydnaðist fólki, sum komu á staðið, at hála unga mannin úr bilinum beinanvegin.
Løgreglan sigur, at maðurin, sum varð fluttur á Landssjúkrahúsið, var uttan vit, men annars veit vakthavandi í løtuni ikki at siga, hvussu støðan hjá manninum er.
- Vit vita heldur ikki, hvør orsøkin er til, at bilurin endaði á sjónum, men hetta verður nú kannað.
Løgreglan sigur, at bara førarin var í bilinum, sum endaði á sjónum í Saltnesi í dag.