Ungverjarnir við á Streymnesi

Nýggju spælararnir hjá EB/Streymi eru í hópinum, tá teir í kvøld skulu spæla seg í fyrstu løgmansfinaluna hjá felagnum

Fótbóltur

 

Kárloy Potemkin og Zsolt Szekeres skuldu eftir ætlan vera partur av liðnum, tá EB/Streymur seinasta vikuskifti spældi móti B71. Tað eydnaðist tó ikki at fáa spæliloyvini greidd til tíðina, men nú er hetta tó komið í rættlag, sigst.

Og so er einasti spurningurin, hvørt tað eydnast EB/Streymi at spæla seg í fyrstu steypafinaluna hjá felagnum. Úr fyrru hálvfinaluni hava teir eina 2-0 leiðslu, og tí standa teir avgjørt við betru kortunum á hondini. Og við einum hópi, sum fyri fyrstu ferð í ár er púrasta fullmannaður, fær útgangsstøðið hjá venjarunum ikki verið nógv betri.

Hjá Skála er útgangsstøðið ikki heilt so optimalt. Fyrst og fremst, tí teir eru aftan fyri við tveimum málum undan dystarbyrjan, men eisini tí liðnum vantar tveir av annars føstu brikkunum.

John Petersen, sum nú eisini er spælandi venjari hjá Skála, hevði longu lagt sær eina uttanlandsferð til rættis, áðrenn hann gjørdist venjari. Og tí er hann í hesum døgum á Tenerifa. Hartil er Pauli G. Hansen eisini burturstaddur, so tað verður uttan teir báðar, at Skála skal royna at venda 0-2 til í minsta lagi 2-2.