Einfalda reglur kunna brúkast
Eg loyvi mær at endurgeva tær 3 høvuðsleiðreglurnar, sum eg alla tíð havi lagt fram og arbeitt eftir. Hetta er ein samandráttur av einum longri skjali við 11 punktum, sum kallast ”Eintýdd og praktisk staðanøvn,” sum m.a hevur verið prentað sum tíðargrein í Sosialinum.
Hesar 3 einfaldu reglur um skriving av staðanøvnum eru:
Staðanøvn eiga at skrivast soleiðis, sum vanligt er í teim ymsu londunum.
Nøkur staðanøvn hava fra gamlari tíð ein konventionellan form í føroyskum. Tey hava hevd og skula brúkast.
Talið á exonymum (fremmandum nøvnum) skal um møguligt minkast.
Av hesum fylgir so logiskt, at tey ikki eiga vaksa í tali.
Hetta er tað sum altjóða stovnar mæla til, og sum eisini bretska Collins-forlagið brúkar.
Hevd ella konventiónir í ymsum londum
Nú fer Uni Arge at kanna ymisk landanøvn á Wikipedia, sum í flestu førum er ein frálík kelda. Hann finnur fram til at Chile skrivast rættiliga ymist í Albania, Turkalandi, Hollandi og aðrastaðni: Kili, Chili, Sili og so framvegis.
Rætt er tað. Men hetta fylgir fínt reglu nr. 2 omanfyri. Lond hava fullan rætt at brúka teir formar, sum hava hevd í teirra landi. Men Kili í Føroyum er eitt nýtt uppfinnilsi, eitt nýgjørt exonym.
Hann sær ruðuleika og regluloysi?
Hetta fær Uni Arge til skriva: ”Staðfestast kann, at tá umræður at stava landanøvn, so finst eingin meginregla yvirhøvur. Tvørturímóti er tann herligi ruðuleiki galdandi, at lond skriva fullkomiliga ymiskt.” Eingin meginregla, ruðuleiki? Anything goes?
Siðvenja, hevd, konventiónir ella traditiónir, eru alt annað enn regluloysi og ruðuleiki. Hetta er nakað, sum søguliga og geografiskt er vaksið natúrliga fram.
Og so ósannindir
Uni Arge koyrir hart fram, og spyr leiðandi: ”Hugsa vit okkum, at atfinnarnir at føroyska heimsatlassinum skuldu farið at standardisera øll heimsins mál (!) eftir danskari og enskari fyrimynd…” Eg eri illa við. Eg veit ikki um nakran, slettis ikki eg sjálvur, sum havi hugsað ella skrivað sovorðið. Eingin hugsar um at standardisera hvørki mál ella staðanøvn eftir danskari, enskari fyrimynd. At brúka altjóða viðurkendar leiðreglur er nakað heilt annað.Hatta eru ósannindir, og eg fari at biðja Una Arge skjalprógva sín pástand, takk.
Og fleiri ósannindir
Men Uni Arge framtúrar. Hann skrivar heldur ikki satt, tá hetta verður lagt á borðið: ”Hygg so at hvussu heimsins lond skriva Danmark, ið jú skrivast Danmark á donskum og tí sambært útsagnunum hjá Rolf Guttesen verður skrivað Danmark um allan heim.” - Hatta er aftur ein ósannur pástandur úr leysari luft. Eg havi ongantíð sagt so. Hetta er beinleiðis lygn, Uni Arge. Hatta eru ósannindir, og eg fari at biðja Una Arge einaferð aftrat at skjalprógva sín pástand, takk.
Premissurnar í lagi, men…
Dømini um, hvussu lond skriva so ymiskt, bæði Chile, Kina ella Danmark, eru røtt sum dømir. Men niðurstøðan: at man kann skriva, sum man heldur vera best, er skeiv. Premissur í lagi, men konklusiónin skeiv. Niðurstøðan skal vera, at nøkur staðanøvn hava frá gamlari tíð ein konventionellan form í føroyskum – og øllum øðrum málum. Tey hava hevd og skula brúkast. Tann rætta niðurstøðan peikar beint á reglu nr. 2 omanfyri.
Eitt nútíðar atlas, ikki eitt søguligt
Til endans í kronikkini hjá Una Arge eru partar við góðum skili. Hann mælir frá at brúka gamlar, avoldaðar formar sum Burgundarhólmur, Sikiloy, Bjørgvin, Høvdastaður og Grønhøvdaoyggjar osfr., men í staðin Bornholm, Sisilia (tó hevði eg skrivað Sicilia við c, so sum vanligt er í Italia, sí reglu 1), Bergen, Cape Town og Kapp Verde. Sjálvandi, vildi eg sagt,. Eitt nútíðar skúla-atlas er nakað annað enn eitt søguligt atlas. Tað er heldur ikki gongd leið at fara at umseta ella týða fremmand nøvn. Tí øll staðanøvn í heiminum hava onkran upprunaligan týdning. Hesin partur fylgir tíbetur reglu nr. 3 omanfyri: Minka um, ella ikki gera fleiri exonymir. Og tað fari eg vera nøgdur við.