Uni Arge kann ikki spæla í seks vikur

Ísland: Tað, sum skuldi vera tað stóra árið hjá Una Arge, líkist nú meira einum skaðaári

Í 40 minuttir vísti føroyski álopsmaðurin, Uni Arge, at hann er so væl fyri sum sjáldan áður.

Hann var á liðnum hjá Akranesi, sum spældi fyrsta landskappingardystin móti Leiftri hósdagin, og í 40 minuttir var hann tann størsta hóttanin hjá Akranesi.

Men so endaði galið.

Ein bóltur varð sendur inn í brotsteigin hjá Leiftri, og Uni setti ferð á fyri at fáa fatur á bóltinum.

? Beint sum eg komi fram at bóltinum, fái eg eitt skump, sum eg als ikki eri klárur uppá, Eg fór og sendandi og lendi á økslini. Eg hoyrdi at okkurt fór, og har var einki at gera. Eg mátti gevast at spæla beinanvegin, greiðir Uni Arge frá. Hendingin fór fram einar fimm minuttir fyri hálvleikssteðgin.

Fríggjadagin varð Uni kannaður fyri skaðan, og eftir øllum at døma er eitt liðband farið í økslini, og av tí sama er óstbeinið fara eitt sindur av lagi.

? Eg havi fingið at vita, at eg kann rokna við, at fýra til seks vikur ganga, áðrenn eg veri førur fyri at spæla aftur, sigur Uni Arge.


Vísti nógv

Íslendskir fjølmiðlar halda, at Uni stóð seg sera væl í dystinum fríggjadagin. Hann tóktist verða sera væl fyri, hann legði upp til sigursmálið hjá Akranesi, og hann hevði sjálvur tvær góðar royndir, sum Jens Martin Kundsen bjargaði.

? Uni Arge gav greiðar ábendingar um, at hetta kundi gerast eitt stórt ár hjá honum, sigur íslendski ítróttarblaðmaðurin, Viðir Sigurðsson, sum starvast á Morgunblaðnum.

? Tí var tað stórt spell, at hann fekk skaðan, og tað er avgjørt ein missur fyri Akranes, at Uni ikki fær spælt næstu dystirnar, sigur hann.

Talan verður helst um, at Uni ikki fær spælt einar sjey dystir.

? Hóast hetta er eitt stórt bakkast fyri meg, kann eg í hvussu so er ugga meg við, at einki er hent beinunum, og tí kann eg, eftir at ringasta pínan hevur lagt seg, fara undir at venja aftur, sigur Uni Arge.

? Eg fái sjálvandi ikki spælt fótbólt næstu vikurnar, tí økslin tolir tað ikki, men eg fái runnið og hildið meg so frætt í form, sum tað ber til, tá tú ikki kanst spæla dystir.

Kann venja

Uni Arge heldur sjálvur, at hann var sera væl fyri, nú íslendska kappingin byrjaði.

? Eg havi vant miðvíst síðani februar mánaði. Fyrst í HB, og síðani á Akranesi, eftir at eg kom yvir her. Og sjálvsálitið var eisini gott undan fyrsta dystinum. Eg ivaðist ikki í, at vit fóru at vinna og at fór at gera okkurt mál, men so hendi hetta. Tað kemur illa við, sigur hann.

? Men nú veri eg noyddur at fáa sum mest burtur úr, meðan eg gangi skaddur, og eg vóni at spæla aftur fyri Akranes um einar seks vikur, sigur hann.

Akranes verður mett at verða millum favorittarnar til íslendska meistaraskapin, og teir koma eftir øllum at døma at kappast móti ÍBV við Allani Mørkøre og KR.

Men næstu seks vikurnar skal liðið klára seg uttan sín føroyska álopsmann.