Uni Næs, dómpróstur, 30 ára starvsdag

Røða sum Marius Rein, kirkjuráðsformaður, helt í Havnar kirkju undir endanum av guð-stænastuni sunnudag septuagesima, 31. januar 2021, í samband við at Uni Næs hevði 30 ára starvsdag:

Í dag hevur Uni Næs verið prestur í 30 ár. Tá ið Uni hevði tikið teologiskt emnbætisprógv og var prestvígdur, var hann í eina stutta tíð avloysari við Vesturkirkjuna og við Havnar kirkju. Hann hevur verið sóknarprestur í Vestmanna og í Fuglafirði og frá 2010 dómpróstur í Føroyum og sóknarprestur í Tórshavnar eystara prestagjaldið.

Barnaárini búði Uni suðuri í Vági, har pápin, ið var ættaður úr Hvalba, var lærari. Tá ið pápin, Jóhannes Andrias Næs, fekk starv við skúlafyrisitingina, flutti familian til Havnar og búðsettist á Lutzens trøð.

Tá ið eg sum ungur, fyri gott 60 árum síðani, fór í útvarpið at arbeiða, var nógv gjørt burtur úr at fara út á bygd at taka upp, og var eg ofta suðuri í Vági. Har var fast at fara inn til Jóhannes Andrias Næs, sum tá millum annað var fastur morgunlestralesari hjá útvarpinum. Har var man væl mótikin og nýtti góðan blíðskap, og kom eg m.a. eisini at kenna mammu Una, Brynhild, væl.

Frá barnaárum hevur Uni verið virkin í kirkjuligum og kristiligum arbeiði. Royndirnar í hesum arbeiði hava verið góður førningur í tænastuni sum prestur. Fremsta uppgávan hjá einum presti er at boða Guðs orð, og hevur Uni, við sínum lætta og glaða lyndi, dugað væl at bera guðs orð fram.

##med2##

Í embætinum sum dómpróstur er Uni vælgjørdir og verður alt arbeiði hjá honum væl úr hondum greitt.

Vit vilja fegin frá Havnar kirkju ynskja tær hjartaliga tillukku og takka tær fyri góða samstarvið, og at tað má halda fram.

Vegna kirkjuliðið og kirkjuráðið verður tær ynskt hjartaliga tillukku við 30-ára starvsdegnum við ynskjum um Guðs signing.

Eg vil enda hesi fáu orð við tveimum teimum síðstu versinum í sálmi nr. 360, sum pápi tín hevur yrkt:

Eg trúgvi á teg Jesus Krist,

tú doyði fyri meg

Til faðirin vil andin víst

Mær vísa frelsuveg.

Mín frelsari, títt dýra navn

Lat lýsa lívsleið mær

Mín Jesus halt meg við tin favn

Og hav meg nær at tær

Hjartaliga tillukku!

https://www.facebook.com/Havnar-Kirkja-697873430274440/photos/pcb.3848778841850534/3848777578517327/?__cft__%5b0%5d=AZXnPV9oN9qMMbKV6nyrzUu_PP4w-rrVrPnu8wPS2jHcPKrPz0_mRmABdxXKMteOU_H2IfGlolRh1WQpykRjW7lF-KsrlTtCxOULoLY_aJ772zGkXOtw1wvgFCoUGQELm0FARmdc59hmo9KB66fSdkbq&__tn__=*bH-R

https://www.facebook.com/Havnar-Kirkja-697873430274440/photos/pcb.3848778841850534/3848777578517327/?__cft__%5b0%5d=AZXnPV9oN9qMMbKV6nyrzUu_PP4w-rrVrPnu8wPS2jHcPKrPz0_mRmABdxXKMteOU_H2IfGlolRh1WQpykRjW7lF-KsrlTtCxOULoLY_aJ772zGkXOtw1wvgFCoUGQELm0FARmdc59hmo9KB66fSdkbq&__tn__=*bH-R