Uni og Jens Martin stóðu fyri stóru avrikunum í útlandinum

Fótbóltur: Julian Johnsson er settur uttanfyri, nú tað gongur væl hjá Kongsvinger, sum sunnudagin vann fyri aðru ferð upp í slag

Vanliga eru tað Todi Jónsson og Jákup Mikkelsen, sum stjala yvirskriftirnar, tá føroysku landsliðsspælararnir royna seg uttanlands. Men soleiðis var tað ikki hesa ferð, og eisini í komandi viku verður ivaleyst meiri at hoyra til teir vestanfyri okkum, enn til teir á flatlondum.

Herfølge og Jákup Mikkelsen eru framvegis ósigraðir í donsku superliguni, men nú hava teir ikki fult stigatal. Málleysi javnleikurin á útivølli móti Lyngby má kortini metast sum eitt rættuliga gott úrslit, tí Lyngby vann næstseinast á útivølli móti Brøndby.

Størri vónbrot var tað hjá Toda Jónsson og FCK, at tað ikki eydnaðist teimum at fáa mál móti botnliðnum B93, sum í superligu høpi hevur verið roknað sum ein sannur vøttur afturímóti samanlagda felagnum, ið áður æt KB og B1903.

Komandi sunnudag verður stórdystur í Parkini, tá Brøndby kemur at vitja FCK. Tað er langt síðani, at tað frættist, at flestu atgongumerkini til henda nýklassikaran vóru útseld.

Jákup Mikkelsen hevur onkuntíð havt eitt sindur av trupulleikum, tá hann er komin aftur til Herfølge av landsliðsferð, men soleiðis gekk tíbetur ikki hesa ferð. Komandi sunnudag skal Herfølge, sum í vikuskiftinum misti oddaplássið til AaB, spæla á heimavølli móti AGF.


Julian á beinkinum

Í Noregi tykist tað sum um nýggi venjarin ikki hevur Julian Johnsson millum sínar álitismenn. Í hvussu so er var hann ikki á liðnum, sum sunnukvøldið vann 4-2 í Sogndal. Vit kunnu so vóna, at orsøkin bara er tann, at venjarin, ið áður hevur verið venjari hjá Kongsvinger, ikki hevur havt møguleika at síggja, hvat føroyski landsliðsmaðurin stendur fyri. Julian Johnsson var jú við landsliðnum í Bosnia-Hersegovina alla tað fyrstu heilu vikuna, sum nýggi venjarin var til arbeiðis í Kongsvinger.

Komandi sunnudag skal Kongsvinger spæla á útivølli móti Molde. Tað verður stórur biti at gloypa, tí Molde er oddalið í norsku kappingini.


Øll eygu rættað

móti finaluni

Á Ólafsfirði í Íslandi verður ikki tosað um nógv annað enn fótbólt í hesi vikuni. Sunnudagin fara tey til Reykjavíkar, har Páll Guðlaugsson, Uni Arge og Jens Martin Knudsen hvør í sínari ódn verða týdningarmiklir liðir í stríðnum fyri steypasigrinum. Mótstøðuliðið verður ÍBV úr Vestmannaoyggjunum, sum er íslendskur meistari og oddalið í landskappingini. Tað frættist, at føroyingarnir vera ikki so heilt fáir í talið á Laugardalsvøllinum seinnapartin komandi sunnudag.

Upphitiningini hjá Leiftri og føroysku spælarunum bilti einki. Leiftur spældi sunnudagin móti reykjavíkarfelagnum Trotti, og føroyska liðið vann 3-1. Føroysku spælararnir stóðu seg stak væl. Uni Arge var ikki meiri merktur av landsdystinum í Bosnia-Hersegovina og nógvu ferðingini í tí sambandinum, enn at hann við góðum langskoti sjey minuttir undan leikloki slerdi 3-1 sigurin rimmar fastan.

Tað hevur ljóðað, at Jens Martin Knudsen er stak væl fyri, og tað tykist, at áskoðararnir hjá Leiftri eru samdir í hesum. Í hvussu so er kjósaðu teir føroyska málverjan at vera besta mann á vølli sunnudagin.