Uni skoraði og Leiftur tapti

Fótbóltur: Allan Mørkøre og ÍBV halda tørn í jagstranini eftir KR og oddaplássinum

Talan var um lykladyst, tá Jens Martin Knudsen, Uni Arge og hinir spælararnir hjá Pálli Guðlaugssyni leygardagin høvdu vitjan av ÍA úr Akranesi.

KR og ÍBV eru so at siga farin úr eygsjón í teirra innanhýsis telving um oddasessin, men um KR eisini fer at vinna steypafinaluna móti ÍA, so fer triðja plássið at bera rætt til Europa Cup við sær.

Leiftur hevur verið væl við í kappingini um triðja plássið. Teir hava m.a. kappast við ÍA, sum vitjaði á Ólafsfirði. Teir á Akranesi høvdu eina óvanliga trilvandi byrjan í landskappingini, men nú hava teir í eina tíð havt undanvind, og við 4-1 sigrinum á útivølli móti Leiftri styrktu teir um triðja plássið.

Uni Arge var ikki móðari enn so av landsdystinum mikukvøldið og ferðingini aftur til Ólafsfirðar (hann og Jens Martin vóru ikki við hús fyrrenn klokkan hálvgum tvey fríggjanáttina), enn at hann megnaði at seta hol á fyri Leiftur. Níggju minuttir vóru farnir, tá landsliðsmaðurin eftir langa sending sendi upp í málhornið.

Leiðslan helt til seinna umfarið var hálvrunnið. So skrædnaði tað av álvara, og ÍA vann tryggan sigur. 66 minuttir vóru farnir, tá teir eftir frísparksinnlegg javnaðu, og í 73. og 75. minutti skoraðu teir aftur. Leiftur royndi at koma afturíaftur, men hetta gekk út yvir verjupartin, og tveir minuttir undan leikloki staðfesti ÍA sigurin.


ÍBV stríðist

Birkir Kristinsson, íslendski landsliðsmálverjin, helt málið hjá Allani Mørkøre og teimum tætt, tá teir í ÍBV sunnukvøldið vóru á tjóðarvøllinum, Laugardalsvøllinum, í Reykjavík og spældu móti Fram.

Vestmannaeyingar vunnu 2-0. Allan Mørkøre spældi seinastu 10 minuttirnar av dystinum. Mikukvøldið spælir ÍVB móti Váli, og sunnudagin er oddadystur millum ÍBV og KR í Reykjavík.

Støðan í toppinum broyttist einki, tí KR fekk alt við úr Breiðabliki. Reykjavíkarmenninir vunnu 3-0. Keflavík vann 3-2 á Líðarenda í Reykjavík móti Váli og harvið tók teir í Keflavík fjórða plássið frá Leiftri.