Uni skorar hvørja ferð

Føroyski álopsmaðurin tryggjaði Akranesi pláss í íslendsku steypafinaluni, sum verður ímóti ÍBV 24. september

Eftir at hann í nógvar vikur fyrr í summar var noyddur at liggja bakk, tí hann var skaddur í økslini, hevur Uni Arge, sum sunnudagin á Svangaskarði vísti, at hann er sera væl fyri, rættuliga fingið luft undir veingirnar fram ímóti endanum á kappingarárinum.

Í morgin fær ÍA vitjan úr Keflavík. Talan er um næstsíðsta umfarið í Landssímadeildini, og teir á Akranesi vóna, at Uni Arge fer at gera eins nógv um seg, sum hann hevur gjørt tær síðstu ferðirnar. Áðrenn hann fór heim til Føroya at spæla landsdyst skoraði hann ímóti KR á útivølli í Reykjavík, so skoraði hann fyrra málið ímóti Slovenia á Svangaskarði, og mikukvøldið var hann aftur upp á spæl.

Í hálvfinaluni í steypakappingini bendi alt á, at FH av Hafnafjørðinum skuldi vinna finaluplássið, og at teir av Akranesi skuldu standa vónbrotnir eftir við ongum. Tá vanliga leiktíðin var farin, var støðan 0?1. FH hevði eftir skjótálop lagt seg á odda, tá 70 minuttir vóru farnir.

Dómarin legði fýra minuttir afturat, og tað vóru bara tjúgu sekund eftir av longdu leiktíðini, tá Uni Arge syrgdi fyri longdari leiktíð. Sum ein rættur boksspælari, sum teir plaga at kalla tað, var hann á rætta staðnum í málteiginum, tá innlegg kom innfyri. Uni setti skallan undir bóltin, sum spenti netmeskarnar, og harvið var neyðugt við longdari leiktíð.

Einki mál kom í longdu leiktíðini, sjálvt um FH hevði ein risa møguleika, tá teir fingu brotsspark. Ólafur Þór Gunnarsson, málverjin hjá ÍA, var onnur av hetjunum hjá heimaliðnum. Hann bjargaði bæði brotssparkinum í longdu leiktíðini og einum brotssparki, tá tað var neyðugt at finna vinnaran í longdari leiktíð.

Hin hetjan hjá ÍA var Uni Arge, sum skoraði uppá síðsta brotssparkið.

ÍA skal spæla finalu á Laugardalsvøllinum í Reykjavík sunnudagin 24. september. Hetta verður 17. ferðin, at ÍA verður annar parturin í steypafinaluni. Uni Arge hevur eina ferð áður verið í finaluni. Tað var í fyrraárið, tá Leiftur tapti á Laugardalsvøllinum.

Mótstøðuliðið hjá ÍA verður ÍBV úr Vestmannaoyggjunum. Heldur ikki hjá teimum stóð nakað serligt til. Teir spældu týskvøldið hálvfinalu á heimavølli ímóti Fylkiri, sum í síðstu løtu misti finaluplássið.


Síðsti møguleikin

Av nógvum verður mett, at møguleikin hjá Leiftri at halda fram í bestu deildini er mest sum fokin. Í morgin fáa teir á Ólafsfirði vitjan av Fram úr Reykjavík. Fram er triði niðast, og hjá Leiftri er setningurin púra greiður. Um nakar hugsningur skal vera um at halda fram í bestu deildini, so skulu teir vinna. Tað er ikki víst, at tað verður nóg mikið hjá Leiftri at vinna báðar dystirnar, sum eru eftir at spæla.

Jens Martin Knudsen verður ikki á liðnum hjá Leiftri í morgin. Hann er leikbannaður.

Í íslendskum fjølmiðlum hevur upp undir vikuskiftið verið gjørt ikki so lítið burturúr, at møguleiki er fyri, at Neville Southall, sum í mong ár var málverji hjá Everton og Wales, kanska skal vera venjari hjá Fram. Venjarin, sum teir hava havt í ár, hevur boðað frá, at hann fer ikki at halda fram. Teir hava lýst eftir nýggjum venjara, og Neville Southall hevur søkt.