Seinnu 1/8-finalurnar í Europa League hava verið í kvøld, og tískil eru tey átta liðini funnin, sum hava spælt seg í fjórðingsfinaluna.
Eftir 1-1 í útidystinum ímóti FC Rostov skuldi Manchester United í kvøld royna seg heima á Old Trafford, og har eydnaðist teimum at vinna 1-0 við máli frá Juan Mata.
FCK vann fyrra dystin 2-1 ímóti Ajax, men á útivølli í kvøld máttu teir lúta 2-0, og harvið eru teir úti av Europa League eftir samlað 3-2-tap.
Lutakast um hvussu spælast skal í fjórðingsfinalunum verður í morgin aftaná Champions League-lutakastið, sum byrjar kl.11.00 føroyska tíð.
Europa League, 1/8-finalur:
Besiktas – Olympiakos 4-1 (samanlagt 5-2)
FC Krasnodar – Celta Vigo 0-2 (samanlagt 1-4)
Genk – Gent 1-1 (samanlagt 6-3)
Ajax – FCK 2-0 (samanlagt 3-2)
Anderlecht – APOEL 1-0 (samanlagt 2-0)
Borussia Mönchengladbach – Schalke 04 2-2 (samanlagt 3-3, Schalke 04 er víðari)
Manchester United – FC Rostov 1-0 (samanlagt 2-1)
AS Roma – Lyon 2-1 (samanlagt 4-5)