United eru heimsins bestu

Seinastu vikuna hevur verið dystast um HM-heitið fyri fótbóltsfeløg, og í dag var so finala millum enska Manchester United og Liga de Quito úr Ecuador.

Og tað gjørdist enska stórfelagið, sum vann dystin. Einasta málið skoraði Wayne Rooney miðskeiðis í øðrum hálvleiki, tá hann umsetti eitt innlegg frá Cristiano Ronaldo til mál.

Gamba Osaka vann fyrr í dag dystin um triðja plássið í kappingini.