United feldi Liverpool á Anfield

Tað var lagt upp til ein sera spennandi og tættan dyst á Anfield Road kl.13.30 í dag, tá ið Liverpool tók ímóti Manchester United. Frá byrjan av var sera høg leikferð og harðir nærdystir, har bæði liðini royndu at skapa nakað fram eftir vøllinum. Tað gekk á bæði málini, men tað góða spælið kom ongantíð veruliga til sjóndar.

Tveir minuttir fyri hálvleikssteðgin kom fyrsta og einasta málið. Manchester United tók hornaspark flatt til Wayne Rooney, sum skeyt mótvegis málinum. Beint við málstrikuna stóð Carlos Tevez og fekk prikað bóltin í netið til 1-0, sum eisini gjørdist hálvleiksstøðan.

 

Seinni hálvleikur var leikliga nógv betri enn fyrri hálvleikur, og við meira flótandi spælið lat tað hurðarnar upp fyri fleiri málmøguleikum. Manchester United mátti sigast at vera tættari við at økja, enn Liverpool var at javna, men hvørki av liðunum megnaðu at skora.

Sigurin sendir United á ovastu rók í Premier League, men sessurin er møguliga bara til láns, tí kl.16 í dag hevur Arsenal møguleikan at stjala fyrsta plássið aftur, tá ið teir heima fáa vitjan av Chelsea.