Sunnudagin skal heimsins besta fótbóltsfelag finnast. Finalan í HM fyri feløg stendur tá millum Liga de Quito úr Ecuador og Manchester United úr Onglandi.
Talan varð um sanna málveitslu, tá europisku meistararnir úr Onglandi spældu seg í finaluna. Hálvfinalan móti Gamba Osaka endaði soleiðis 5-3, men bara eitt korter fyri leiklok var eingin vandi á ferð hjá United, sum var á odda 2-0 við málum frá Nemanja Vidic og Cristiano Ronaldo.
Seinasta korterið kom tó verulig ferð á. Fyrst minkaði Yamazaki um munin, men tvær ferðir Rooney og eina ferð Fletcher øktu munin til 5-1. Japanar megnaðu tó tvær ferðir at minka um munin, men samanlagt rakk hetta tó ikki.