Manchester United í fyrstu steypafinaluni í fimm ár

Manchester United vann samanlagdan 5-0 hálvfinalusigur á Nottingham Forrest í Carabao steypakappingini

Finalan í Carabao - Liga Cup - kappingini á Wembley leikvøllinum í London, sunnudagin 26. februar klokkan 16.30 verður ein endurtøka av FA Cup finaluni í 1999.

 

Tað vera Manchester United og Newcastle United, ið hittast í finaluni.

 

Mikukvøldið vann Manchester United 2-0 á Nottingham Forrest í seinnu hálvfinaluni á Old Trafford leikvøllinum í Manchester. Antony Martial og Fred skoraðu málini í 73. og 76. minutti, og báðu ferðirnar var tað Marcus Rashford, ið legði upp.

 

Fyrra hálvfinalan í Nottingham endaði 3-0 til Manchester United, og gjørdist sostatt talan um ein samlaðan 5-0 hálvfinalusigur. 

 

Newcastle vann ein samlaðan 3-1 hálvfinalusigur á Southampton. 

 

Talan er um fyrstu steypafinaluna hjá Manchester United síðani 2018, og fyrstu steypafinaluna hjá Newcastle síðani 1999.