United-leikari skaddur í eitt ár

Knæskaðin hjá Ji-sung Park sýnist at vera verri enn fyrst væntað, og stúrt verður nú fyri, at koreanski Manchester United-leikarin má halda steðg í eitt heilt ár. Ji-sung Park hevur ikki verið á vøllinum síðan síðst í mars, tá ið hann og liðfelagarnir úr Manchester United leikti ímóti Blackburn. Í dystinum skoraði Park eitt mál, men hetta fer tó neyvan at vera ein minnisríkur dystur hjá koreanska landsliðsleikaranum. Hann fekk nevniliga ein álvarsligan knæskaða, sum nú krevur eina skurðviðgerð. Hann kann vænta, at hann heldur ikki kemur á vøllin komandi kappingarár.