United og City úti av Europa League

Hvørki Manchester United ella Manchester City megnaðu at venda tapum í fyrru uppgerðini í kvøld og eru ikki longur partur av Europa League. Athletic Bilbao vann ein tryggan sigur á Manchester United, meðan Manchester City akkurát gjørdist ov stuttir.

 

Manchester United tapti fyrra dystin á Old Trafford 3-2 og skuldi tí skora minst tvey mál fyri at koma víðari. Tað sást beinanvegin, at Athletic Bilbao ongar ætlarnir hevði um at geva Manchester United nakað sum helst.

 

Liðið úr baskaralandinum kom eisini á odda í fyrra hálvleiki tá Fernando Llorente í besta Marco Van Basten stíli flúktaði bóltin í mál. Athletic Bilbao skuldi kanska havt verið á odda minst 3-0 í hálvleikinum.

 

Í seinna hálvleiki økti Oscar, áðrenn Wayne Rooney minkaði um munin við vøkrum skoti. Athletic Bilbao hevur tikið bretska fótbóltsheimin av bóli við sínum Barcelona kenda stíli og sannførandi avrikum móti oddaliðnum í Premier League.

 

Í Manchester skuldi Manchester City venda einum 1-0 tapi í Portugal móti Sportin Lisbon. Tað gekk í fyrra hálvleiki har Matías Fernández og Ricky van Wolfwinkel løgdu gestirnar á odda 2-0. Manchester City svaraði aftur í seinna hálvleiki við tveimum málum frá Sergio Aguero og einum brotssparki frá Mario Balotelli, men tað rakk akkurát ikki. Í evstu løtu kom Manchester City málmaðurin, Joe Hart, fram við. Tað var um reppið at hann stútaði bóltin í málið eftir innlegg, men málverjin hjá Sporting Lisbon stórbjargaði.

 

Europa League 1/8:

 

Hannover 96 - Standard Liege 4-0 (Samanlagt: 6-2)

PSV Eindhoven - Valencia 1-1 (Samanlagt: 3-5)

Udinese - Alkmaar 2-1 (Samanlagt: 3-4)

Athletic Bilbao - Manchester United 2-1 (Samanlagt: 5-3)

Olympiakos - Metalist 1-2 (Samanlagt: 2-2)

Manchester City - Sporting Lissabon 3-2 (Samanlagt: 3-3)

Schalke 04 - Twente 4-1 (Samanlagt: 4-2)

Besiktas - Atletico Madrid 0-3 (Samanlagt: 1-6)