United og Liverpool vunnu

Í løtuni eru tað Arsenal og Tottenham, sum síggja út til at draga svart í kappingini um pláss í Champions Leauge

Liverpool – við fleiri eykamonnum á liðnum - og Manchester United megnaðu í dag tað, sum tað varð roknað við – at vinna fulla úrtøku.

 

Eina lítla løtu fram ímóti dystarenda sá tað út sum um, at sigurin var við at gleppa Liverpool av hondum. Burnley javnaði til 1-1, tá ið tað restaðu tríggir minuttir. Ein tími var farin, tá ið Sadio Mané legði gestirnar úr Liverpool á odda, men íslendingurin Johann Berg Guðmundsson javnaði, tá ið tað restaðu tríggir minuttir.

Burnley gleðin var stokkut, og Liverpool fagnaður var stórur, tá ið Ragnar Klavan í síðsta minutti og eftir frísparksframlegging sendi bóltin í málið, og harvið vann Liverpool 2-1.

 

Í kvøld vann Manchester United 2-0 á útivølli ímóti Everton. Sigurin var sera søtur, tí tríggjar ferðir á rað hevði United verið partur av javnleikum. Anthonu Martial setti hol á eftir lítlan tíma, tá ið hann hegnisliga og stutt innanfyri brotsteigarmarkið legði bóltin upp í málhornið, og tað restaðu níggju minuttir, tá ið Jesse Lingard økti til 2-0.

 

Í annaðkvøld fer Tottenham at spæla á útivølli í Swansea. Tottenham, sum eigur tveir dystir til góða, er sjey stig frá Liverpool og fjórða plássinum. Arsenal, sum eigur ein dyst til góða, er seks stig frá fjórða plássinum.

 

Í dag

Everton-Manchester United 0-2

Stoke-Newcastle 0-1

Leicester-Huddersfield 3-0

Burnley-Liverpool 1-2

Brighton-Bournemouth 2-2

 

Í morgin klokkan 19.45

West Ham-WBA

Southampton-Crystal Palace

Swansea-Tottenham

Manchester City-Watford

 

Støðan



L

U

J

T

Mörk

Stig

1

Man. City

21

19

2

0

61:12

59

2

Man. Utd

22

14

5

3

45:16

47

3

Chelsea

21

14

3

4

39:14

45

4

Liverpool

22

12

8

2

50:25

44

5

Arsenal

21

11

5

5

38:26

38

6

Tottenham

20

11

4

5

39:20

37

7

Burnley

22

9

7

6

19:19

34

8

Leicester

22

8

6

8

34:32

30

9

Everton

22

7

6

9

25:34

27

10

Watford

21

7

4

10

30:37

25

11

Huddersfield

22

6

6

10

18:35

24

12

Brighton

22

5

8

9

17:27

23

13

Newcastle

22

6

4

12

20:30

22

14

Bournemouth

22

5

6

11

22:34

21

15

Southampton

21

4

8

9

20:30

20

16

Stoke

22

5

5

12

23:47

20

17

Crystal Palace

21

4

7

10

18:32

19

18

West Ham

20

4

6

10

22:38

18

19

WBA

21

2

10

9

15:28

16

20

Swansea

21

4

4

13

13:32

16