United skal brúka enn eina miljard til spælarakeyp

Manchester United vil aftur í oddin, kosta hvat tað kosta má

Hetta kappingarárið í Premier League hevur Manchester United verið felagið, sum hevur brúkt mest pening uppá spælarakeyp. Men hóast øll hesi dýra spælarakeypini, so fara høvuðsvenjarin, Louis van Gaal og Manchester United aftur í spanderibrøkurnur komandi summar.

 

Viðhaldsfólkini seta stór krøv, og nú United er úti av ensku steypakappingini kann bara ein endastøðu millum fýra tey ovastu liðini í Premier League bjarga kappingarárinum. 

 

Enska blaðið "Daily Express" veit at siga, at Louis van Gaal fer at brúka eina upphædd, sum svarar til 1,25 miljardir krónur í okkara peningi til spælarakeyp komandi summar. 

 

Sambært "Daily Express" eru spælarar, sum Mats Hummels, Nathaniel Clyne, Kevin Strootman, Memphis Depay, Saido Berahino og Danny Ings á ynskilistanum hjá Louis van Gaal.

 

Sambært enska blaðnum er væntandi, at Radamel Falcao, Robin van Persie, Juan Mata og Rafael verða seldir til onnur feløg, fyri at fáa kabalina at ganga upp.