United skolað burtur

Regnið oysti niður fyrstu longu løtuna av dystinum millum Milan og Manchester United. Regn er annars nakað, sum spælararnir úr Manchester skuldu verið vanir við, men á váta lendinum megnaðu teir lítið í tríkantsspælinum, sum Milan koyrdi á miðvøllinum.

Tvær ferðir skoraðu teir eisini. Fyrru ferð tá Kaka sera hegnisliga langaði bóltin niður við stólparótina, eftir at Seedorf hevði vunnið luftbólt. Og seinnu ferðina, tá Seedorf skeyt bóltin júst sama stað eftir álop, sum var grundað á mistak í Manchester-verjuni.

 

Tað gav gestunum truplar fortreytir í seinna hálvleiki, men í eina løtu spældu teir veruliga fyri møguleikanum. Nærri enn næstan komu teir ikki, og Milan hótti eisini støðugt við mótálopum. Eitt av hesum gav eisini seinasta málið, tá Gillardino slapp púrasta leysur móti málinum.

 

So saman við Chelsea mátti Manchester United ásanna, at tað ikki verður í ár, at teir skulu fáa fatur á steypinum við teimum stóru oyrunum. Tann dysturin verður millum Liverpool og Milan. Júst somu lið, sum spældu eina ógloymandi finalu fyri tveimum árum síðani. Eina finalu, sum tey í Milan helst gjarna vilja hevna.

 

Milan-Manchester United 3-0 (2-0)

1-0: Kaka

2-0: Seedorf

3-0: Gillardino