Seinastu dystirnir í bólkaspælinum í Champions League fótbóltskappingini vóru mikukvøldið. ÍO fleiri av bólkunum var framvegis spenningur um, hvørji lið skulu fara víðari í kappingini.
Manchester United skuld hava minst javnleik fyri at koma víðari frá bólkaspælinum, men miðskeiðis í fyrra hálvleiki var tað Beinfica, sum legði seg á odda við einum dundurskoti frá Nelson.
So var tað, sum at United-spælararnir vaknaðu við kaldan dreym. Teir settu ferðina upp, spældu nógv skjótari og miðvísari, og teir lupu á við nógvum fólki. United legði nógv fyri í royndini at javna fyri hálvleikssteðing, og stundum var bara ein verjuspælari afturi.
Tað eydnaðist at javna við stútara frá Vidic, og í seinna hálvleiki staðfestu Giggs og Saha sigurin hjá enska liðnum.
- Støðan gjørdist meira innviklað, eftir teir løgdu seg á odda, men tá ið vit høvdu javnað, gjørdist uppgávan lættari, segði Cristiano Ronaldo við uefa.com eftir dystin.
Við sigrinum vann United sín bólk, og tað komst millum annað av, at Celtic taptu fyri FCK í Parkini.
FCK endaði við braki
FC Keypmannahavn hevði bert heiðurin at spæla fyri í seinasta dystinum í Champions League í gjárkvøldið. Liðið kundi ikki vinna seg víðari í kappingini ella koma upp á triðja pláss, sum hevur við sær luttøku í UEFA Cup.
Men hóast hetta spældi FCK ein góðan dysti á heimavølli ímóti Celtic. Danska liðið var meira motiverað enn tað skotska, og tað endaði við einum 3-1 sigri til FCK.
Jesper Grønkjær og Atiba Hutchinson skoraðu innan ein hálvan tíma, og í seinna hálvleiki økti Marcus Allback til 3-0. Jiri Jarosik minkaði um munin fyri Celtic.
Hetta er fyrstu ferð, at FCK hevur verið við í bólkaspælinum í Champions League, og teir komu heiðurliga frá fyrstu royndini. FCK vann tveir dystir og spældi ein javnan á heimavølli, meðan teir taptu allar tríggjar útidystirnar. Sigurin á Manchester United í farna mánaði stendur sum eitt hæddarpunkt í søguni hjá felagnum.
Ronaldo ornaði alt
Í bólki E var greitt undan seinastu dystunum, at Lyon og Real Madrid vóru komin víðari, og tey bæði liðini kláraðu ikki at vinna sínar seinastu dystir. Í báðum førum stillaðu liðini ikki við sterkastu manning, og so høvdu Dynamo Kiev og Steaua Bukarest ein kjans.
Í Kiev kom Real Madrid aftur um 2-0, áðrenn brasilski álopsspælarin Ronaldo seinastu fýra minuttirnar tók alt í egnar hendur. Hann minkaði til 1-2 og fekk løtu seinni brotsspark, sum hann sjálvur sendi í málið til 2-2.
Lyon kom eisini aftur um í sínum dysti, men franska liðið javnaði í seinna hálvleiki.
Arsenal gjørdi nóg mikið
Í bólki G kundi bæði Porto og Arsenal klára seg við javnleiki í seinasta dystinum teirra millum. Vann annar parturin, kundi CSKA Moskva liggja fram við og fara víðari við einum sigri.
Men dysturin í Portugal endaði við javnleiki 0-0. Porto var nærmast við at skora, tí tvær ferðir sparkaði Queresma bóltin á stongina.
- Vit løgdu alla orku í at fáa ein javnleik burtur úr hesum dystinum, og eg eri væl nøgdur við, at tað eydnaðist, segði verjuspælarin Kolo Touré við uefa.com eftir dystin.
Eingin veruligur vandi var á ferð, tí CSKA tapti sín dyst í Hamburg 3-2.
Í bólki H stillaði AC Milan næstan við einum eykaliði, og tað gav franska liðnum Lille møguleikan at vinna 2-0 á útivølli. Dysturin millum Anderlecht og AEK endaði 2-2, og tað hevði við sær, at Milan og Lille fóru víðari úr bólkinum.