Universitet kunnu gerast vakstraramboð

Týskvøldið 26. februar klokkan 20 verða fyrilestrar á Østrøm á Skálatrøð.

Evnið er, hvussu Føroyar kunnu brúka hægri lestur sum eitt amboð til samfelagsvøkstur, og í hesum sambandi verður eitt nú víst til royndir úr Tromsø og Akureyri.

Hvønn leiklut og hvørja ávirkan kunnu universitet hava í smáum útjaðarasamfeløgum?

Tveir serfrøðingar fara at greiða frá, hvussu universitet kunnu gerast eitt vakstraramboð í einum útjaðarasamfelag.

Tað er arbeiðsbólkurin, ið ger eina heildarætlan um fólkaflyting og fólkavøkstur, ið skipar fyri fyrilestrunum í samstarvi við Fróðskaparsetur Føroya.

Peter Arbo frá Universitetinum í Tromsø og Ingi Rúnar Eðvarðsson úr Háskóla Íslands eru bodnir til Føroya at umrøða hetta evnið.

Tað verður landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, sum fer at seta fundin.

Peter Arbo og Ingi Rúnar Eðvarðsson halda hvør sín fyrilestur og høvi verður at seta spurningar. Fyrilesturin hjá Peter Arbo verður á norskum, og fyrilesturin hjá Inga Rúnar Eðvarðsson verður á enskum.

- Eftir fyrilestrarnar verður høvi til prát aftur við einum kaffimunni, sigur vinnumálaráðið.