Unspoiled Unexplored Unbelievable

Soleiðis skulu Føroyar marknaðarførast komandi árini.

 

Tað eru Sansir, sum saman við donsku lýsingarfyritøkuni, Liquid Mindes, ið fingu uppgávuna at branda Føroyar, at branda Føroyar komandi árini.

 

Sum yvirskriftin gevur ábendingar um, at UN er ein avgerandi liður í teimum lýsingarorðum, ið skal marknaðarføra Føroyar, og orð sum unstress, unusual og unexpected eru afturvendandi í brandingini sum ein partur av tí UN-branding, sum feløgini eru komin fram til.

 

Samstundis vístu lýsingarfyritøkurnar ein film, sum fekk rungandi lógvabrestir, og enntá varð vístur einaferð aftrat.

 

Eyvør Pálsdóttir framførdi sama sang fyri áhoyrarunum, sum hon eisini leggur rødd til í filminum.

 

Unforgettable, kundi verið eitt orð, ið lýsti væl framløguna hjá Sansir og Liquid Minds.

 

Eftir framløguna takkaði ein sýnliga vælnøgd Guðrið Højgaard, stjóri í Ferðaráð Føroya.

 

Sí myndatema frá framløguni í Norðurlandahúsinum HER.