Upp á 12 tímar streymaði stuðul inn til Kamalu Harris

Tað eru nú 12 tímar síðani, at amerikanski forsetin, Joe Biden, tók seg aftur sum valevni til amerikanska forsetavalið.

Les meira um, hvat vit vita og hvørjum svarum okkum tørva her:

Vit vita, at:

Í sambandi við, at Joe Biden tók seg aftur sum forsetavalevni, vísti hann á varaforseta sín, Kamala Harris, sum forsetavalevni hjá demokratunum.

Fleiri amerikanskir politikarar hava síðani eisini givið sín stuðul til Kamala Harris. Harumframt hava gávur til demokratiska valstríðið streymað inn.

Biden heldur fram sum forseti í USA til valið 5. november.

Demokratiska landsnevndin (DNC) hevur fund mikudagin og tekur støðu til karmarnar fyri valið av nýggja forsetavalevninum hjá flokkinum.

Hesum tørvar okkum svar uppá:

Enn er ikki vist, um tað verður Kamala Harris, sum verður forsetavalevni hjá demokratunum í staðin fyri Joe Biden. Tann avgerðin verður endaliga tikin á stevnu floksins í døgunum 19. til 21. august.

Tað er heldur ikki greitt, um aðrir demokratiskir politikarar fara at stilla upp sum møgulig forsetavalevni. Millum annað siga keldur, sum standa Joe Manchin, senatori, nær, at hann umhugsar at melda seg til valstríðið.

Um tað verður Kamala Harris, sum verður tilnevnd, er óvist, hvør verður varaforsetavalevni hennara.