Upp á tíðina hjá Eivør

Sjálv heldur Eivør, at tað líkist ongum, at hon ikki hevur spælt á Summar Festivalinum fyrr

Eivør Pálsdóttir á er kend á føroyska tónleikapallinum, men enn hevur hon fyrstu framførsluna á Summar Festivalinum til góðar. Eivør Pálsdóttir skal fyri fyrstu ferð trína á pall á Summar Festivalinum leygarkvøldið klokkan 19.15. 


– Nú er upp á tíðina, at eg spæli á Summar Festivalinum, sigur Eivør sjálv við heimasíðuna hjá Summar Festivalinum.

 

- Eg gleði meg serstakliga nógv, tí eg havi bíðað eftir hesum møguleikanum leingi. Tað hevur verið í kortunum í nógv ár, at eg skal koma norður á Summar Festival, men ikki fyrr enn í ár lá fyri hjá mær at koma, sigur Eivør Pállsdóttir.

 

Eivør Pálsdóttir er í gongd við eina nýggja fløgu og fer kanska at spæla okkurt nýtt lag til konsertina leygarkvøldið. Hendan nýggja fløgan kemur út fyrst í komandi ári.