Upp í hvassan storm leygardagin

Restina av vikuni verður veðrið á leið tað sama sum í gjár, men leygardagin væntar DMI heilt nógvan vind, upp í 25 metrar um sekundið.

Lýggj og slavin luft streymar komandi dagarnar yvir Føroyar úr landsynningi. Seinni í vikuni mennist eitt djúpt lágtrýst millum Írland og Ísland og veðrið gerst støðugt óstøðugari.

 

Týsdagin verður gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið. Turt veður og møguleiki fyri sól. Hitin alt samdøgrið millum 7 og 10 stig.

 

Mikudagin verður andøvsgul upp í ein strúk av landsynninig, 8 til 13 metrar um sekundið, um náttina upp í hvassan vind, 10 til 15 metrar um sekundið. Yvirhøvur turt og skýggjað, men um náttina regn av og á. Hitin alt døgnið um 10 stig.

 

Hósdagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 metrar um sekundið, sum um middagsleitið snarar í ein útsynning og makar niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 metrar um sekundið. Skýggjað og regn av og á og hitin um 10 stig. Um náttina verður lot til andøvsgul av landsynningi, 3 til 8 metrar um sekundið. Turt og tað klárar í og hitin niður í 3 stig.

 

Fríggjadagin veðrur sum frá líður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 metrar um sekundið, um náttina upp í 13 til 18 metrar um sekundið av suðri. Turt og sólglottar. Um kvøldið og náttina skýggjað og regn. Hitin alt samdøgrið millum 8 og 10 stig.

 

Leygardagin verður strúkur í vindi upp í skrið, 15 til 20 metrar um sekundið, í hvirlunum upp í hvassan storm, 25 metrar um sekundið. Skýggjað og regn, men út á dagin klárar í og onkur sólglotti. Um kvøldið og náttina makar hann vindin niður í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 metrar um sekundið. Seinnapartin verður skýggjað og regn av og á. Hitin alt døgnið millum 7 og 10 stig.

 

Sunnudagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 metrar um sekundið. Skýggjað og regn av og á og hitin alt samdøgrið um 10 stig.