Upp og niður við B71

Tað er vorðið alsamt meira vanligt, at fótbóltsspælarar bara krevja frá felagnum, uttan at teir eru hugaðir at taka eina hond í uttan fyri vøllin, heldur Eli Hentze, sum kennir alt til at stríðast bæði á og uttan fyri vøllin. Í 14 ár hevur hann spælt besta liðnum hjá B71

Hann var við á ævintýrferðini hjá B71, tá felagið eftir fýra árum spældi seg úr 3. deild og upp á toppin í 1. deild, og hann er framvegis við, nú sandingar meira stríðast fyri lívinum í 1. deild enn heiðursmerkjum.

31 ára gamli Eli Hentze er ein av teimum royndu spælarunum í føroysku fótbóltskappingini. Hann hevur í 14 ár spælt á besta liðnum hjá B71, hann hevur roynt seg sum venjari, og hann er eisini í nevndini hjá B71.

Hann heldur, at alsamt fleiri føroyskir fótbóltsspælarar eru forkelaðir.

- Gongdin seinnu árini hevur verið, at nú eru tað spælararnir, sum seta krøv til feløgini og ikki øvugt. Vit fáa fleiri forkelaðar spælarar, og tá tað fer at síggjast aftur á vøllinum, er tað vorðið ein trupulleiki, heldur Eli Hentze.

- Pengar kunnu skapa betri umstøður, men tað merkir ikki tað sama sum, at vit fáa betri fótbóltsspælarar uttan víðari.


Fingu ferð á

Eli Hentze hevur spælt við B71 øll árini, og tað fer hann helst eisini at gera restina av tíðini, hann verður aktivur.

Felagið hjá sandingum, sum varð stovnað í 1970, hevði sína stórtíð frá miðskeiðis í áttatiárunum og upp í nítiárini.

Øll árini fram til 1986 spældi felagið í triðbestu fótbóltsdeildini, men so fór okkurt at henda í Sandoynni. Liðið vann sær uppflyting til 2. deild í 1986, og tað varð mett sum eitt stórt framstig.

- Eg minnist, at vit fegnaðust um, at vit nú sluppu at royna okkum ímóti besta liðnum hjá fuglfirðingum og øðrum. Tað er stuttligt at minnast afturá, sigur Eli Hentze.

Í 1987 endaði B71 sum nummar trý í 2. deild, men árið eftir bragdaði hjá teimum. Teir vunnu sær uppflytingina til bestu føroysku fótbóltsdeildina, og tað var størsta hendingin í søguni hjá felagnum. At tað framvegis var nógv gott í væntu, vóru tey á Sandi ikki heilt greið yvir tá.

- Vit vistu, at vit høvdu eitt gott lið, men vit hugsað ikki so nógv um, um vit nú fóru at standa okkum væl ella ikki. Tað vísti seg bara, sum at liðið mentist, so hvørt sum uppgávurnar gjørdust størri, heldur Eli.


Vánalig fyrireiking

Fyrireikingin til fyrsta árið hjá B71 í 1. deild mátti gerast alla aðrastaðni enn á teirra vanliga heimavølli, tí undan kappingini í 1989 varð graslíki lagt á vøllin.

Flaggdagin í 1989 varð vøllurin tikin í brúk, og tað varð gjørt við einum vinardysti ímóti HB. Hesin dysturin gav ikki sandingum tær størstu vónirnar til uppihaldið í 1. deild, tí HB vann dystin 4-1.

- Dysturin gjørdi, at vit broyttu spælistíl. Vit høvdu hug til at leypa rættiliga ógvusliga á, men eftir hendan dystin fingu vit eina meira bíðandi spælistíl, har vit løgdu okkum eftir skjótum mótálopum, tá vit fingu bóltin, greiðir Eli frá.

Fyrsti dysturin í 1. deild varð spældur á Sandi. Hann var ímóti B68, og hóast toftamenn komu fram um 1-0, eydnaðist tað sandingum at javna til 1-1, sum eisini var endaliga úrslitið.

Eftir hendan dystin var B71 ikki til at steðga, og teir fóru ósigraðir ígjøgnum landskappingina.

- Tað var eitt fantastiskt tíðarskeið, tí tað gekk bara uppeftir. Nógvir av spælarunum á liðnum høvdu spælt upp gjøgnum allar ungdómsdeildirnar, og nú savnaðust teir á besta liðnum, og tað endaði við, at vit høvdu eina sera sterka stammu á liðnum, greiðir Eli Hentze frá.


Niðurtúrurin

B71 vann meistaraskapin hetta árið, og tað var fullkomiliga óvæntað, at lítla felagið av Sandoynni skuldi strúka avstað við gullinum, fyrsta árið, tað var í 1. deild.

Árið eftir gjørdist ein veruligur niðurtúrur fyri felagið, tí teir endaðu aftur í 2. deild, bara eitt ár eftir, at teir vóru blivnir meistarar.

- Eg minnist, at ein tann fyrsti dysturin í 1990 var í Havn ímóti HB. Tað var ein tann besti dysturin, vit nakrantíð hava spælt, men vit taptu 2-0. Okkurt blað skrivaði, at tað var okkara Waterloo, og tað vísti seg, at vit ongantíð komu fyri okkum aftur tað árið. Eg dugi ikki at greiða frá, hvat tað var sum ikki riggaði hjá okkum, sigur Eli Hentze.

B71 vann 2. deild í 1991 og komu so uppaftur í 1. deild, har teir hava verið so at siga avbrotið síðani. Í 1998 var B71 aftur í 2. deild, men vann sær beinanvegin uppflytingina til 1. deild.

B71 vann steypakappingina í 1993, og tað gjørdist ikki til fleiri sigrar, hóast liðið líka fram til 1995 var við til at mynda oddan í føroysku fótbóltskappingini.

- Vit fingu alt ov lítið burtur úr tí góða liðnum, sum vit høvdu øll hasi árini. Vit løgdu nógv fyri til venjing og dyst, men tað eydnaðist okkum ikki at vinna fleiri meistaraskap ella steypakappingar, hóast vit vóru nær fleiri ferðir, sigur Eli Hentze.


Kunnu fáa eitt sterkt lið aftur

Seinastu tvey árini hevur B71 ligið í botninum í 1. deild. Teir hava bæði hesi árini hildið seg oman fyri tvey tey aftastu liðini í bestu deildini, og á tann hátt hava teir hildið seg fríar av niðurflytingini. Líkt er til, at hetta er vorðin leikluturin hjá B71 í 1. deild, hóast Eli Hentze sær størri møguleikar fyri sær.

- Í ár hevur verið lítil munur millum okkum og hini liðini. Høvdu spælararnir klárað at givið eitt sindur afturat í ár, ivist eg onga løtu í, at vit høvdu verið longri uppi á stigatalvuni, heldur hann.

- Umstøðurnar hjá okkum at spæla undir eru ikki tær bestu, tá umleið helvtin av spælarunum er í Havn. Vit fáa ikki altíð vant saman, og tað er ein trupulleiki. Men vit høvdu eitt so frætt lið í ár, at vit kundu havt fingið nógv fleiri stig, um vit veruliga vildu eitt sindur meira, heldur Eli Hentze.

Men hvussu er so við møguleikanum aftur at fáa eitt slíkt lið, sum B71 mannaði síðst í áttatiárunum og fyrst í nítiárunum.

- Tað ber til, men tað fer at krevja nógv av teimum spælarunum, sum skulu vera við. Liðið sum vit høvdu tá var mannað við spælarunum, sum vóru sera seriøsir, og sum veruliga vildu koma langt.


Fáa ov lítið burtur úr Allan Simonsen

Eli Hentze heldur, at føroyskur fótbóltur flytir seg rætta vegin í løtuni.

- Landsliðið hevur gjørt stór framstig, men frágreiðingin til tað er sjálvandi, at nógv fleiri spælarar enn áður nú spæla í útlendskum feløgum. Tað hevur skundað undir framgongdina hjá landsliðnum, heldur hann.

- Tað eru bæði fyrimunir og vansar við, at nógvir av teimum bestu føroysku spælarunum spæla í útlandinum. Landslið fær stóran ágóða av tí, og fleiri ungir spælarar sleppa fram at í feløgunum, men tað merkir eisini, at føroyska kappingin ikki er so góð og sterk, sum hon kundi verið.

- Gongdin í føroyskum fótbólti hevur havt við sær, at tá kappingarárið er av, tá veist tú ikki, hvørjar spælarar tú hevur í felagnum næsta ár, tí tað er vorðið so vanligt at skifta felag.

Men hóat tað gongur rættan vegin, saknar Eli Hentze eina meira miðvísa ætlan fyri, hvussu fótbóltsspælið í Føroyum skal menna seg.

- Fótbóltssambandið skuldi havt ein væl kvalifiseraðan persón, sum kundi stuðla feløgunum meira. Viðkomandi skuldi verið eitt slag av konsulenti, sum ferðaðist runt til feløgini, og sum var við til at skunda undir menningina, heldur Eli.

- Hetta var kanska partvís ætlanin, tá Allan Simonsen varð settur sum landsliðsvenjari, men tað er stórt spell, at feløgini ikki fáa meira burtur úr einum manni, sum hevur havt so stóran týdning fyri danskan og nú eisini føroyskan fótbólt.


Barnafótbóltur diktatoriskur

Tá prátið fellir inn á ungdómsfótbólt, hevur Eli nakrar avgjørdar meiningar.

- Mær dámar væl at hyggja, tá børnini spæla fótbólt, men mær dámar ikki, at tað verður lagt so nógv upp til, at sjálvt tey smæstu skulu vinna. Sjálvandi skulu vit eisini hava vinnaramentalitetin, men vit nýtast ikki at leggja so stóran dent á hann, tá tað snýr seg um tey yngstu, heldur Eli.

- Barnafótbóltur er alt ov diktatoriskur, og tað er ikki tí, at fólk meina tað illa, men tað verður bara hildið at vera rætt, at børnini alla tíðina skulu fáa at vita, hvønn veg tey skulu venda, og hvat tey skulu gera. Venjingarnar skuldu verið meira demokratiskar, so børnini fingu møguleikan at mennast bæði í beinunum og í høvdinum.

- Eg byrjaði at spæla í B71, tá eg var 10 ára gamal, men áðrenn tað hevði eg spælt bólt allastaðni á Sandi. Eingin segði mær, nær eg skuldi renna til vinstru ella til høgru.


Stuttligt at talentini sleppa at royna seg

Seinnu árini er tað vorðið alt meira vanligt, at ungir føroyskir fótbóltsspælarar sleppa til útlandið at royna seg í stórum og kendum feløgum.

Hesin áhugin stavar fyrst og fremst frá, at føroyska A-landsliðið rættiliga hevur sett Føroyar á Europakortið, men eisini tí, at ungdómslandsliðini hjá FSF eru við í altjóða kapping og standa seg væl, hóast tað er langt ímillum sigrarnar.

- Eg haldi, at tað er stuttligt, at ungir fótbóltsspælarar sleppa at royna seg uttanlands, men vit eiga at ansa okkum eitt sindur, tí europeisku stórfeløgini eru ikki nakað sosialt fyritakandi, sigur Eli Hentze

- Tað er umráðandi, at hesir spælarar og foreldur teirra vera væl upplýst, tí her er eisini talan um børn, sum verða send til útlendsk feløg.


Lítið felag øðrvísi

B71 er einki europeiskt stórfelag, hóast felagið hevur roynt seg í europeiskum fótbólti. B71 telist millum tey smáu feløgini í landinum, og tað eru tað eisini fyrimunir við, heldur Eli Hentze.

- Tað kann verða ein styrki at spæla fyri eitt lítið felag, tí tú veitst, at tað liggur ábyrgd á tínum herum, bæði á vøllinum og uttan fyri vøllin.

- Og soleiðis er tað sum heild, tá tú býrt í einum lítlum samfelag. Tú verður biðin til nógv ymiskt, sum tú kanska ikki altíð tímir, men sum tú hóast tað verður drigin inn í.

- Men tá tað snýr seg um sjálvt liðið, so er tað helst ikki so nógv øðrvísi enn í teimum stóru feløgunum, tí bæði í stórum og smáum feløgunum eru tað tey, sum beinleiðis hoyra til liðið, sum skulu syrgja fyri at fáa tað at bera til, sigur Eli Hentze.

Og á Sandi er Eli ein av teimum, sum í nógv ár hevur tikið eitt tak fyri at fáa B71 at bera til. Hann hevur verið íðin á fótbóltsvøllinum, men hann hevur eisini verið við, tá tøk skulu takast uttan fyri vøllin.

Men soleiðis er tað í einum lítlum felag, sum ætlar sær at spæla við.