»Tað var upp á tíðina!«
Setningurin varð sagdur aftur í mixed-zone økinum, har fjølmiðlarnir kunnu fáa orðið á spælarar eftir altjóða dystir. Og Atli Danielsen kundi bara taka undir við hesum, tá vit fingu orðið á hann eftir dystin.
- Tað hevur jú verið so nær við so ofta hjá okkum, so hetta var ein øgiligur lætti, staðfesti hann.
Tað sá út til, at tit fingu hampuliga gott pláss á vøllinum. Vóru tit bilsnir av, at trýstið ikki gjørdist størri frá fyrsta bríksli?
- Ja. Vit væntaðu faktiskt, at teir komu at hava fleiri fólk inni á sentrala miðvøllinum. So kanska fingu vit betri tíð, enn vit høvdu roknað við. Og eg haldi eisini, at vit dugdu at gera okkum dælt av hesum.
Tit høvdu longu fyri steðgin einar tveir-tríggjar heilt góðar møguleikar. Hvat tosaðu tit um í steðginum?
- Akkurát hasa kensluna hava vit ofta havt í hálvleikinum, so vit tosaðu um, at arbeiðið var bara hálvgjørt enn. Og at vit máttu út at geva okkum minst líka nógv eftir steðgin.
Men tit skora so alt fyri eitt eftir steðgin. Hvat fór ígjøgnum høvdinum hjá tykkum tá?
- Tað var í øllum førum ein øgilig gleði, sum var hjá okkum. Men tað var nú keðiligt, at teir skora alt fyri eitt, so tú kanst siga, at tann gleðin var stokkut.
Seinastu løtuna tóktist ikki, sum var nakað serliga nógv eftir í tykkum. Vóru tit púrasta útlúgvaðir?
- Ja, tað vóru vit. Vit skiftu eisini skipan, so vit vóru tríggir mitt á. Teir spældu jú við nógvum longum bóltum hesa løtuna, so vit máttu samla væl upp. Men vit koyrdu so bara á av øllum alvi, og tíbetur gekk tað so hesaferð.
- Og hetta ger tað so sjálvandi munandi lættari hjá okkum at fara til Litava. Møðin er sjálvandi enn til staðar, men sjálvsálitið er munandi betri, nú vit hava prógvað, at vit kunnu fáa stig, sigur Atli Danielsen.