Fótbóltur
Lagið var framúr á Argjum mánadagin. Sum lítlibeiggi í høvuðsstaðaðarøkinum hevur AB í mangar mátar havt eitt slag av undirlutakenslu mótvegis teimum báðu stóru feløgunum, HB og B36.
Ikki tí. Tá AB var í Formula-deildini í 2007 eydnaðist tað at fáa fýra stig til høldar móti teimum báðum grannunum, og í steypakappingini sendu teir eisini B36 út. Men í samlaða roknistykkinum hava argjamenn kortini altíð verið teir minnu í høvuðsstaðnum.
Men hetta broyttist mánadagin
B36 domineraði
AB-veitslan byrjaði longu eftir bara einum minutti. Fyrsta álopið hjá heimaliðnum kastaði hornaspark av sær, og tá Alex Mellemgaard sera væl sendi hetta innfyri, kundi Tehe Aristide stýra bóltinum í netið til sítt fyrsta mál fyri argjamenn.
Málið átti at givið vertunum eitt fínt útgangsstøði til restina av dystinum, men ístaðin hendi tað, sum so ofta hendir í slíkum førum. Nevnliga at liðið fór ov nógv í verjustøðu.
Tað gav B36 alt initiativið úti á vøllinum, og størsta partin av fyrra hálvleiki varð hetta eisini gagnnýtt til at leggja eitt stórt trýst á AB-málið.
Tað var tó langt ímillum veruliga opnu møguleikarnar, men eftir 12 minuttum spurdist tó úrslit burturúr. Janus M. Joensen varð dømdur fyri at toga Johan Ellingsgaard niður í brotsteiginum, og so fekk Klæmint Matras møguleikan úr 11 metrum.
Í fyrstu atløgu bjargaði Tórður Thomsen skotinum, men Høgni Eysturoy var skjótur á returinum, og so stóð á jøvnum.
Málið gav B36 mót til at halda fram ágangandi spælinum, men tað var ov sjáldan, at B36 veruliga hótti. Næstur við var Høgni Eysturoy, sum fyri fyrstu ferð byrjaði millum teir fyrstu 11, men Tórður Thomsen fekk væl jústað følda skotið út til horna.
Uppiborið
Eftir steðgin var myndin í spælinum kanska tann sama, har tað var B36, sum hevði bóltin mest. Og har tað eisini vóru teir, sum royndu at trýsta.
Munurin hjá heimaliðnum var tó nú, at AB í nógv størri mun var til reiðar at svara aftur. Støðugt vóru kantarnir við til at breiða spælið út á vøllin, og við djúpum sendingum niðan um hornið varð B36-verjan fleiri ferðir tagað sundur.
Og tað var eisini AB, sum hevði so nógv teir størstu møguleikarnar í seinna hálvleiki. Fleiri av teimum fyrstuvórðu tó misnýttir, men tá Høgni M. Joensen hevði misnýtt tann størsta av hesum, mundu heimafólkini ivast í, um tey nú skuldi fáa nakra løn fyri stríðið.
Men tað fingu tey so hóast alt. Janus M. Joensen slapp at hevna seg fyri sítt brotsspark, tá Klæmint Matras mest sum fløktist upp í beini hjá Dánjal Róa Olsen, tá hesin gjørdi sær dælt av misskiljing í B36-verjuni.
Brotssparkið varð sent trygt í netið, og hesa ferð gjørdi AB ikki sama mistakið, sum teir gjørdu fyri steðgin. Teir hildu fyri tað mesta rimmar fast um konseptið, har denturin varð lagdur á ein kompaktan verjupart, fyri síðani at dúva upp á drepandi kontra-álop, sum skuldu lukka dystin.
Ikki minst var Tehe Aristide ein brandur í verjuni, men í yvirtíðini var tó um reppið, at eitt mistak frá hansara síðu kostaði tvey stig. Brima Koroma vann bóltin, tá Aristrede skuldi skerma út til málspark, men lukkutíð fyri AB sendi Johan Ellingsgaard rimmarkjansin framvið málinum. Og tá AB so bara fá sekund seinni kom upp á 3-1, tá Herbert í Lon gjørdi sjálvmál, var alt farið hjá gestunum. Fyri fjórðu ferð á rað noyddist B36 av vøllinum uttan stig, og nú byrjar ein ávísur likamspartur spakuliga at orna.
Lokali samleikin
Hjá AB er sami likamspartur tó púrasta kaldur. Við hørðum arbeiði og góðum treysti hevur AB longu skapt sær eitt sera gott útgangsstøði fyri restina av árinum, og seinastu dystirnar er kontraparturin av spælinum mentur sera nógv.
Og ikki minst tað vera hugagott hjá argjafólki at staðfesta, hvussu væl fleiri av lokalu spælarunum standa seg. Alex Mellemgaard var framúr mánadagin, eins og Rói Danielsen var tað í verjuapartinum. Jobin Drangastein arbeiddi hart, og innkomin vísti Dánial Rói Olsen, at hann eisini væl kann blanda seg í kappingini um plássini. Ein kapping, sum bara tykist harðna í AB-leguni, og sum uttan iva er gleðilig hjá venjaraparinum.