Uppaftur fleiri útlendskir gestir á AME-Føroyar

Í síðstu viku kunngjørdi ame.fo, at plátufelagsstjórin Jens Ove Friis verður gestur á AME-Føroyar, nú avdúkar síðan uppaftur fleiri útlendskir gestir, ið koma til Føroyar at uppliva stórsligna norðurlendska tónleikatiltakið.

Á ame.fo almennu heimasíðuni hjá Atlantic Music Event, ber til at lesa at danski tónleikamiðilin Gaffa og bókingarfelagið Beatbox Booking koma til Føroyar í vikuskiftinum 13. og 14. apríl. Tá AME-Føroyar fer av bakkastokki.
Danska tónleikablaðið og heimasíðan Gaffa, teljast millum teir best umtóktu og mest virdu tónleikamiðlarnir í Danmark. Heimasíðan gaffa.dk er sera væl vitjað, m.a. tí blaðið hevur lagt dent á, at ummæla og dekka tónleikatiltøk kring Danmark. Gaffa ummældi t.d. allar konsertir á Roskilde Festivalinum og Spot Festivalinum í fjør.
Á AME-Føroyar verður Gaffa væl umboða av myndamanni og blaðmanni. Hesir fara at fylgja við í hvat fyriferst í Norðurlandahúsinum og kring Havnina í døgunum 13. og 14. apríl 2007. Fyri at frætta meira um Gaffa ella um hvat fyriferst á tónleikapallinum, ber til at vitja heimasíðuna hjá Gaffa, gaffa.dk.
Men eisini bókingarfelagið Beatbox Booking verður umboðað á AME-Føroyar.
Beatbox Booking, ið m.a. umboða Høgna Lisberg og Eivør Pálsdóttir koma til Føroyar at hyggja at tiltakinum. Talan er um eitt stórt bókingarfelag, ið umboðar nógv av stóru donsku nøvnunum, so sum Thomas Helmig, D.A.D, Tina Dickow, Under Byen, Kashmir, Mew, Carpark North og Bikstok Røgsystem, í stuttum eitt felag, ið kann lata nógvar dyr upp.
Tit kunnu lesa meira um felagið við at vitja heimasíðuna hjá Beatbox: beatboxbooking.dk