Uppdiktaður trupulleiki

-

Politisku flokkarnir í Føroyum hava uppdiktað stóra ríkis-trupulleikan í núverandi ríkisskipan okkara. Allir politiskir flokkar yvirbjóða hvønn annan við nýggjum framtíðar uppskotum, men hvar er tann grundleggjandi trupulleikin?

Kostnaðarmikla oyggjalandið

Føroyar hevur bert verið atvoldin til útreiðslur og trupulleika, mett frá danskari síðu, og tað er hetta, sum kann gerast okkara lagna.

Tað besta fyri danska skattgjaldaran er óivað at sleppa av við kostnaðarmikla oyggjalandið, og tað tykist, flestu danir t hava hesa uppfatan samstundis, sum teir eru góðir við sítt oyggjafólk.

Vit føroyingar síggja ríkis-støðuna við øðrum eygum, og vit meta hetta verða eitt mál av stórum týdningi, men søgan er ein onnur, tá ið tosað verður við danan á gøtuni.

Hann er líkaglaður, um Føroyar eru innan- ella uttanfyri ríkisfelagsskapin. Danir eru troyttir at hoyra uppá okkara tvætl, sum ongan endan tykist at hava.

Dupultur moralur

Vanligi danin vil sleppa av við okkum, og spurningurin er, um hann ikki sleppur av við okkum innan stutta tíð. Landsstýrið avgerr dagin, tá ið vit skulu veittra farvæl.

Danska stjórnin hevur bjóðað okkum at verða verðandi innan ríkis-karmarnar samstundis, sum hon eisini er sinnað at gera broytingar í á-vísum viðurskiftum fyri at gera tað meira gagnligt fyri føroyingin og meira spennandi fyri føroyska politkkaran (uttanríkismál, fiskivinnuavtalur o.s.fr.).

Men, nei, landsstýrið sær bert sítt ?fata morgana?, og vil sjálvt sleppa at stýra, hava fult vald, og samstundis hava stuðul frá Danmark í øðrum viðurskiftum. Í sambandseygum er hetta einki annað enn dupultur moralur.

Sjálvstýrisrúsurin tykist heldur ongan enda at fáa. Samstundis eru sambandsfólk farin at skilja, at hetta er ein politikkur, ið er bygdur upp av kenslum og ikki ?sunnum fornufti?

Djúpa grundgevingin

Heimastýrislógin sigst verða ov gomul og ótíðarhóskandi, men tíverri hevur eingin givið nakra góða og djúpa grundgeving, hví hon skal broytast, og hvørjir setningar skulu strikast ella skiftast út við annað orðalag.

Um totalt fullveldi kom, vildi verið upplagt at avskaffa heimastýrislógina, men so leingi sum vit verða verðandi í kongaríkinum, hava felags valuta o.s.fr., verður talan bert um eina uppdatering av núverandi skipan.

Um ein ella tvær reglur skulu uppdaterast, so er tað kanska alt, men tær góðu grundgevingarnar eru mikið saknaðar í øllum i framtíðar -kjakinum.

Fram-provokeraður problematikkur

Spurningurin er, um okkara politkkarar ikki hava framprovekerað ein fiktivan ríkisrættarligan problematikk við heimastýrislógini og ríkisfelagsskapinum, t.v.s. ein problematikk, sum als ikki er til staðar í veruleikanum.

Tað tykist sum, at Sambandsflokkurin/Javnaðarflokkurin og landsstýrið hava yvirbjóðað hvønn annan við bestu ríkis-uppskotunum og alla tíðina royna at tosa fyri hvør sínari sak hesum viðvíkjandi.

Hvør einstakur flokkur hevur eitt uppskot uppá framtíðarstøðu Føroya, og alla tíðina royna flokkarnir at siga seg hava bestu loysnina uppá stóra trupulleikan. Men hvar er tann stóri trupulleikin, sum tykist uppdiktaður úr einum enda í annan?

Vit hava ongan trupulleika í ríkisfelagsskapinum. Tað var trupulleikin hjá flokkunum, sum komu til valdið við seinasta løgtingsval.

Trupulleikin kann skjótt blíva veruleiki, tá ið danska stjórnin kemur uppí vanda-spælið. Ikki fyrr enn tá tosa vit um veruligan vanda fyri frælsi, í ríkisfelagsskapinum.

Dana-hugsan

Vit mugu skilja dana-hugsan og dana-uppfatan av okkum føroyingum. Vit mugu ikki halda okkum verða nakað serligt. Danin er líkaglaður, um vit eru inni ella úti, innanfyri ríkisfelagsskapin ella uttanfyri hann.

Í løtuni eru vit eitt ríkisfólk við føroyingum, grønlendingum og dønum, og saman hava vit 3 ymisk mál og heilt ymsik áhugamál. Allíkavæl hava allir partar brúk fyri hvørjum øðrum. Saman standa vit jú sterkari. Tað er fakta.

Danir kundu fyri langari tíð sagt føroyingum farvæl,, um teir høvdu hug til tað, men teir valdu at hjálpa einum brøðrafólki norðanfyri.

Danir hava givið okkum hollan stuðul gjøgnum í nógv Harrans ár og vónandi heldur hetta fram í nógv ár afturat.

Ræðuligar avleiðingarnar

Ynskja føroyingar at melda seg úr ríkisskipanini, fer hetta at fáa ræðuligar avleiðingar fyri okkum øll.

Grundgevingin fyri at melda okkum út úr ríkisfelagsskapinum er og verður tann uppdiktaði trupulleikin, sum omanfyri r nevnt og so tann kenslubundni politkkurin.

Tað ber ikki til at standa uttanfyri og innanfyri í senn, tí hetta verður ongantíð samtykt av danska fólkinum. tað er eisini væl skiljandi. Báðir partar skulu fáa nakað burturúr ríkisfelagsskapinum - ikki bert tann føroyski parturin, sum landsstýrið leggur upp til.

Danska stjórnin fer neyvan at góðtaka einar Føroyar uttanfyri felagsakapin, har Føroyar hava rætt til núverandi ágóðar:


?ES pass (atgongd til allar útbúgvingar og arbeiði í ES)

?Útbúgving av føroyingum í Danmark

?SU (Statens Uddannelsesstøtte)

?Fría atgongd til Ríkissjúkrahúsið

?Blokkstuðulin

?Umboðsstovur í øllum heimsins londum

?Verjuna

?Danskan valuta

?Kongshús

?Atgongd til donska sosialu trygdarskipanina


Vit hava tað avbera gott. Tað er kanska høvuðstrupulleikin við trupulleikanum. Longu nú tykjast Føroyar gjalda fyri at valda. Tað sæst tíðiliga hvønn tann einasta dag, og tað er hetta, sum er so syrgilgt fyri okkara land.


Michael Jensen

Formaður í

Unga Sambandið