Uppflytarin vann silvurkrónurnar

1. DEILD: 07 Vestur segði farvæl á heimavølli við stórsigri ímóti FC Hoyvík, ið flytur niður, meðan vágamenn flyta upp

07 Vestur vann í kvøld 7-1 á heimavølli ímóti FC Hoyvík. Sigurin ber við sær, at 07 Vestur endaði við 54 stigum og lyfti seg tvey stig framum NSÍ, ið mest sum alt kappingarárið hevur verið frammanfyri 07 Vestur.

Tá ið tað varð bríkslað fyri hálvleiki á Dungasandi, var tað einki, sum bendi á, at 07 Vestur fór at vinna stóran heimasigur ímóti FC Hoyvík, sum í kvøld segði farvæl við næstbestu deildina og næsta ár fer at spæla í triðibestu deildini.

07 Vestur vann 7-1, og hálvleiksstøðan var 1-0. Málið skoraði Sølvi Egilsson í tíðini, sum dómarin legði aftrat fyrra hálvleiki. Hetta var fyrsta málið, sum Sølvi skoraði í ár.

Í seinna hálvleiki gekk tað heilt skjótt, tí tá ið seinni hálvleikur var hálvrunnin, var støðan 4-0. Ingi Joensen økti til 2-0, Tór-Ingar Akselsen økti til 3-0, og Ragnar Weihe økti til 4-0.

07 Vestur var frammanfyri 7-0, áðrenn Hugin Ferber pyntaði um úrslitið, sum varð 7-1.

Trý tey síðstu málini hjá 07 Vestur skoraðu Ragnar Weihe, Marjus Egilstoft Nielsen, Predrag Jeremic og so aftur Marjus Egilstoft Nielsen.

Í 2021 fer 07 Vestur at spæla í bestu deildini, sum felagið flutti niður úr í 2018, og FC Hoyvík fer at spæla í 2. deild. Steðgurin í næstbestu deildini var á hesum sinni eitt ár.